Søtir, skemtiligir og sjarmerandi

Tíðindafundur við AS Sweet og øðrum luttakndi bólkum á Jóansøkufestivalinum var í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjamorgunin. Manningin í Sweet vildi sleppa til Suðuroyar sum skjótast og fór við Smyrli klokkan 10, so talan var um stuttan tíðindafund, sum tó var bæði góður og skemtiligur, tí Andy Scott og hinir í Sweet tóktust væl fyri og í góðum lag

Miðlahúsið í Vágsbotni var fríggjamorgunin karmur um tíðindafund við luttakarum á jóansøkufestivalinum. AS Sweet var sjálvsagt høvuðsnavn, men til staðar vóru eisini manning úr Makrel, The dreams og Paradox, ið eisini spæla á jóansøkufestivalinum.
Manningin í AS Sweet var sera væl fyri og likatil og skemtaðu óført. Tíðin til tíðindafundin var sera avmarkað, tí teir vildu til Suðuroyar sum skjótast. Andy Scott nýtir frítíð sína til at fiska í og tað ætlar hann at royna í Føroyum eisini. Í Suðuroynni sleppur hann at royna seg og vildi manningin í Sweet sum heild nýta tíðina í Føroyum í Suðuroynni, har teira jú fara á pall.

Hugnaðu sær
Útvarps- og sjónvarpskvinnur møttu á tíðindafundinum og tað gjørdi ikki lagið verri á rockstjørnunum, sum hugnaðu sær óført og t.d. fegnir vildu vita, hvørji løg TÆR ynsktu at hoyra, tá spurt var um, hvat teIr høvdu á skránni tónleikaliga. Greitt var, at teir høvdu einki ímóti at svara spurningum frá kvinnuligum tíðindafólki.
Teir greiddu frá, at stóru hittini sjálvsagt verða at hoyra á jóansøkufestivalinum, men at bólkurin eisini hevur nýtt tilfar og at bólkurin í dag er sera virkin bólkur, sum eisini sæst á heimasíðuni hjá bólkinum, har ferðaætlan teirra í ár sæst.
Spurt var um ymiskt á fundinum, m.a. um storu árini í sjeytiárunum, um lívið sum tónleikari, um árini eftir at Brian Connoly fór úr bólkinum, um AS Sweet í dag.
Andy Scott er oddafiskur í Sweet og var eisini guitarleikari stóru árini. Harav kemur navnið AS Sweet: Andy Scott's Sweet.
Í góðveðrinum í Vágsbotni varð skipað fyri myndatøku av stóra sjeytiárabólkinum, har eisini hinir bólkarnir á tíðindafundinum vóru við.
The Dreams og Makrel klára seg væl í kappingunum á MTV, sum teir eru við í. Makrel er í finaluni og The Dreams hava fingið munnkurv. Eins og Paradox, so gleða teir eg til at sleppa til Suðuroyar at spæla á Jóansøkufestivalinum.
Paradox hevur nýtt tilfar á skranni. Makrel havur okkurt nýtt tilfar at bjóða og The dreams hava nýtt tilfar, men sum teir taka tóku til á tíðindafundinum, so hava so fáir føroyingar hoyrt bólkin, at alt tilfarið er nýtt í føroysku oyrunum.
Avslappaðu, sjarmerandi og fegnu limirnir í Sweet livdu upp til navnið; søtir og fyrikomandi. Teir fóru til Suðuroyar klokkan 10 at njóta náttúruna og góða veðrið og at fyrireika seg til stóru konsertina á jóansøkufestivalinum, har eisini Nylon úr Íslandi og Makrel, The Dreams, DejaVu, Guðrun, Eyðun Nolsøe, Brandur og onnur fara á pallin.