Eftir ætlan verður kirkjan vígd 4. november í ár. Ein nýggj stór urga er sera kostnaðarmikil, og kirkjuráðið metti ikki, at ráð vóru til eina nýggja og stóra urgu í fyrstu syftu, og so varð hendan loysnin vald. Tað var Oddvør Johansen, urguleikari í Havnar kirkju, sum kom við uppskotinum frá urgubyggjarunum.Meginparturin í urguni verður nýtt, meðan pípurnar eru frá øðrum brúktum urgum.Urgan sum fæst fyri ein sámiligan pening hevur 8 stemmur, og er hon tískil væl brúkilig til vanligar gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.Nevnast kann, at áðurnevnda Oddvør Johansen er sett sum urguleikari við nýggju kirkjuna.