Sáttmáli undirskrivaður við Edward Fuglø

Listabólkurin hjá Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir sáttmála við listamannin Edward Fuglø um listprýði, sum er ein røð av vegmyndum í miðhøllini í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt

Edward Fuglø er fyrsta listafólkið, sum fer at arbeiða í einum almennum bygningi fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu.

Listaverkið, sum er ein myndrond kring miðhøllina í nýggja skúlanum, lýsir eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu.

Myndrondin, sum í støðum er seks metrar høg, er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars.

Á myndin sæst Edward Fuglø listamaður og Jákup Simonsen formaður í Listafbólkinum hjá Tórshavnar kommunu.