Sí vøkru myndirnar: Sólarris í Hvalba

Kring landið er í dag er heldur myrkt og heystarkent, og fleiri staðni er nakað av vindi - hóast tað ikki er nakað at tosa um, í mun til tað, sum føroyingar eru vanir við. 

 

 

Seinastu dagarnar hevur verið stilt og klárt í veðrinum, men i dag sigur Landsverk frá upp í 22 m/s í hvirlunum á Gjáarskarði og upp í 20 m/s á Ørðaskarði. Tað var eisini heldur illfýsið í  morgun, tá ið Rúni Thomsen í Hvalba tók hesar myndirnar av sólarris í Hvalba. Tó so má staðfestast enn einaferð, at Føroyar eru vakrar, eisini í minni góðum veðri.