Ása Ringberg: ”Føroysk” amtmansdóttir deyð

Nú um vikskiftið andaðist Ása Ringberg, 89 ára gomul.

Hóast hon var donsk, kom hon at rokna seg sum nakað av einum føroyingi. Aase var nevniliga dóttir amtmannin Hjalmar Ringberg, sum starvaðist í Føroyum árini 1929 til 1936. 


Ofta verða amtmenn settir í samband við danska "imperialismu", men í hesum førinum skapti tíðin í Føroyum ein einastandandi føroyaalsk hjá børnunum hjá Ringberg, og vardi hann alt lívið. 


Hetta hevur eisini smittað av til næsta ættarlið, og serliga verður hugsað um dóttir Ásu, Litten. Hon arbeiddi í danska fiskimálaráðnum. Her møttu føroyingar einum embætisfólki, sum hevði verunligan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og sum meira enn onnur fólk í slíkum starvi hevði góð persónlig viðurskifti við føroyingar.


Til Føroya 10 ára gomul


Ása var 10 ára gomul, tá ið hon kom til Føroya. Tað hevur verið stórt umskifti hjá einum donskum barni at koma úr Keypmannahavn, har pápin hevði verið skrivstovustjóri í løgmálaráðnum, og so til Havnar, sum tá var lítið størri enn ein stór bygd í dag. Her búðu tá umleið 3.000 fólk. Men Ása fall so merkiliga væl til. So væl, at hon als ongan áhuga hevði fyri at sleppa heim til Danmarkar í frítíðini. Hon var bert einaferð í Danmark aftur hesi sjey árini. 


Ása hevði, tá ið hon kom higar, aldur at fara í millumskúla fyri seinni at fara í realskúla. Vanliga var tað soleiðis, at donsk embætismannabørn kundu sleppa undan lærugreinini føroyskt, um tey vildu. Men hetta vildu børnini hjá Ringberg ikki. Hansara børn skuldu ganga í skúla á líka fót við tey føroysku, so tey skuldu eisini hava føroyskt. Hetta gjørdi eisini sítt til, at amtmansbørnini komu at vera mett sum javnlíkar við hinar næmingarnar.

Í 2004 skipaði Ása fyri ein samkomu av sínun floksfeløgum frá realskúlanum. Her var rættiliga farið at minka burtur av. Tær, sum vóru við, vóru Ingeborg Rasmussen og Ása Michelsen, sum fylti 90 ár nú um dagarnar. Beiggin, Hans Ringberg, hevði annars eina áhugaverda frásøgn frá skúlanum í Tórshavnar Skúlasøgu. Millum annað um, tá ið hann tosaði føroyskt í tíma hjá frk. Cohr og varð klagaður fyri pápanum!

Millum lærararnar var Hans Andreas Djurhuus. Hann var ein frálíkur lærari, men kanska eitt sindur góðsligur. Ein annar lærari var Richard Long, sum undirvísti í týskum. Hann var eisini ein góður lærari.

Aase varð konfirmerað í Havnar kirkju av Jákupi Dahl prósti. Hann undirvísti eisini í latíni, og gekk hetta fyri seg í próstagarðinum í Sandágerði. Ein slíkur flokkur kann vera eitt sindur balstýrigur at hava við at gera. Einaferð prósturin skuldi langa nevan í borðið, kom hann at raka sín egna stól sum brotnaði!


Hevði framvegis samband við føroyingar


Ása hevði framvegis samband við sínar gomlu kenningar í Føroyum, og hon hevur javnan vitjað higar. Tað er farið at tynnast í hesum liði, men eftir av gomlum kenningum eru Atlanta Weihe, sum hevur verið sjúkrasystir í eitt mannaminni, og fostursystir hennara Asta í kioskini á Vaglinum.


Ásu dugdi væl at greiða frá sínum barndómi í Havn. Húsini hava verið so nógv tey "fínastu" í býnum. Tey eru ein borg í dag og hava ikki verið tað minni tá. Her var fult av tænastufólki, eitt nú køksgentur og stovugentur. Men her kom eisini nógv fólk. Allir almennir gestir búðu hjá amtmanninum, so mamman, Anna, hevði eisini úr at gera at skipa fyri hesum stóra húsarhaldi. Viðhvørt vóru so nógvir gestir, at børnini máttu úr sínum egnu kømurum fyri at hýsa teimum, og hetta dámdu teimum sum vera man einki.

Tey upplivdu eisini eina kongavitjan, tá ið systir Ásu, Lisa, skuldi handa drotningini blómur. Trupulleikin var bert tann, at Lisa vildi ikki sleppa blómunum, tá tað kom til tess!

Ringbergfólkini vóru náttúrumenniskju, og teimum dámdu sera væl at koma út í hagan og náttúruna. Ása kom eisini í sínum barndómi at ferðast kring oyggjarnar. Serliga minnist hon ferðirnar til Suðuroyar, sum tá tóku hálvan fimta tíma hvønn vegin.


Føroyar í hjartanum



Ása var 16 ára gomul, tá ið hon fór aftur til Danmarkar. Tá hevði hon longu havt ein føroyskan sjeik! Hon fór at lesa løgfrøði, og hon giftist 20 ára gomul við Thorben Madsen, sum var verkfrøðingur. Thorben var mótstøðumaður undir týsku hersetingini. Aase gjørdi eisini sítt, til dømis við at krógva fyri týskarum ein eftirlýstan mótstøðumann, sum var giftur við eini føroyskari kvinnu, sum hevði arbeitt hjá pápa hennara. Hann slapp heldur ikki undan Føroya-basilluni hjá Aase, og tá ið tey bæði fóru silvurbrúðleypsferð í 1963, gekk henda ferðin til Føroya. Thorben doyði í 1988, 73 ára gamal.

Tey bæði fingu tvær gentur. Eisini her rann saman við Føroyar, tí eldra dóttir teirra, Karin, giftist við soni til Dyreborg, sum hevur verið dómari í Føroyum.

Løgfrøði gjørdist lívið hjá Aase, sum tað hevur verið í fimm ættarlið frá langabbanum og so til dóttrina, og Aase virkaði sum advokatur í nógv ár.

Føroyar átti framvegis eitt stórt pláss í hjarta hennara. Hon tosaði føroyskt sum brent. Hon var eisini virkin limur í Føroyingafelagnum í Ballerup. Tá ið høvi var, fór hon í síni føroysku klæði og luttók í føroyskum dansi.

Systkini hjá Aase høvdu sama alsk til Føroyar, sum hon sjálv hevði. Tey eru Hans, Ole og Lise, sum øll javnan eru komin higar.



Ringberg var ikki so galin


Ringberg var vist als ikki so galin sum amtmaður. Víst var hann í miðdeplinum, tá ið Dannebrog var skorið niður á tinghúsinum í 1930. Ása var til staðar tá, og mintist væl, tá ið danska flaggið datt í leysarri luft niður á vøllin.

Hann royndu at gagna Føroyum millum annað við at endurskoða jarðarlóggávuna, sum gav ognarleysum rætt til jørð. Ringberg var formaður í nevndini, sum gjørdi ”gráubók”. Hetta var av Jóannes Patursson roknað sum rein kommuniska og var orsøkin til klovningin í Sjálvstýrisflokkin. Hóast alt hetta var Ringberg væl í øgn við sjálvstýrismenn, og hann var roknaður sum ein vinur bóndans. Ringberg var heldur ikki bangin fyri at seta sambandsmenn uppá pláss.

Ása hevur tískil verið ein rímiligur partur av Føroya søgu. Hon hevur havt tað sera gott til fyri kortum. Hon og Litten høvdu enntá hugsað um at koma til Føroya at vitja í summar. Men skjótt er Harranum um, og nú er hon farin. Men tað var stuttligt at kenna hana.



ó.