Sabala slepti KÍ úr NSÍ tronganum

NSÍ helt favorittunum í Klaksvík í øgiligum tronga, inntil vanliga leiktíðin var farin

Klaksvíkingar fegnast um, at máltalvan vísir 4-2, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvik.

 

Mótstøðumenninir í NSÍ eru vónbrotnir. Teir vóru eina løtu í seinna hálvleiki frammanfyri 2-1. Tað var, sum tað varð roknað við, tá ið Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda eftir gott uppspæl, har Mads Bo Mikkelsen var sentralur og Claes Philip Kronberg hegnisliga spældi Bjaralíð leysan við hælinum. So javnaði Atli D. Petersen, sum í dag var ytstur í vinstru. Tað var eftir, at Einar Tróndargjógv legði innfyri við horna úr høgru.

 

Eftir steðgin legði heimaliðið bragdliga fyri, men tað var skelkur, sum lyfti gestirnar og skelkaði heimaliðið, at NSÍ í mótálopi og eftir stóran tíma legði seg á odda. NSÍ vann bóltin frammarlaga í høgru, Klæmint A. Olsen legði út frá úr høgru, og á brotsteigarmarkinum var Atli D. Petersen aftur upp á spæl, tá ið hann við innaru síðuni og umvegis stólparótina setti bóltin í málið.

 

Leiðslumálið lyfti NSÍ, og KÍ arbeiddi og royndi at finna møguleikan, sum kundi bera útjavnandi málið við sær. Málið skoraði innskifti Sabala eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg, og so var dagsskráin hjá NSÍ at verja og vóna, at tað skuldi eydnast at vinna ein málmøguleika, meðan KÍ vísti tol og leitaði og leitaði eftir møguleikanum.

 

Hans Marius Davidsen fekk møguleikan hjá NSÍ, men hann sendi við høvdinum bóltin omanfyri málið.

 

Og tá ið gestirnir onga orku høvdu eftir, og vanliga leiktíðin var farin, var Sabala aftur upp á spæl eftir langa framlegging úr vinstru frá Árna Frederiksberg, og so var 3-2, og luftin fór heilt úr gestunum, og so staðfesti Árni Frederiksberg 4-2 sigurin í síðstu sekundunum, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði sneitt seg leysan í høgru og lagt flatt innfyri.

 

Í KÍ leguni fegnaðust tey, og í NSÍ leguni vóru tey vónbrotin yvir tapið, men samstundis eiga tey at fegnast um, at liðið vísti avrik, sum tað ikki hevur gjørt fyrr í ár.

 

-

 

KÍ – NSÍ 4-2 (1-1)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð 17.

 

1-1: Atli D. Petersen 35.

 

1-2: Atli D. Petersen 62.

 

2-2: Valerijs Sabala 72.

 

3-2: Valerijs Sabala 91.

 

4-2: Árni Frederiksberg 93.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Páll A. Klettskarð, 66.), Jesper Brinck (Børge Petersen, 66.), Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg (Valerijs Sabala, 66.), Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Anders SølvstenHolvad, Mads Bo Mikkelsen,

 

NSÍ: Karstin Hansen – Meinhard D. Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv (Jógvan Højgaard, 82.) – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Atli D. Petersen – Búi Egilsson, Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen