Seinast í august mánaði vóru júst 15 ár síðani, at irakiski herurin hertók Kuwait. Oljuríkidømið á Miðeysturi var sjálvsagda málið hjá Saddam Hussein, og longu tá var veruligur vandi fyri, at prísurin fór upp um 100$ fyri tunnuna.
Tá sameindi herurin legði seg út í kríggið, var Kuwait longu hersett. Og hermegin var ávegis markinum móti Saudi Arabi. Hevði tann hersetingin eydnast, vildi irakiski einaræðisharrin stýrt 15% av allari heimsframleiðsluni.
At prísirnir ikki fóru longur upp ta ferðina, komst eina og aleina av, hvussu skjótt Saudi Arabia megnaði at økja um framleiðsluna. Eftir 90 døgum øktu teir framleiðsluna úr 5 í 8 mió tunnur um dagin.
Og tað eru júst slíkar framleiðsluøkingar, sum Simmons heldur vera vandamiklar fyri tann hugburð, sum hevur eyðkent framleiðsluna. At fólk halda, at »tá Saudi Arabia hevur megnað slíkar økingar í 70 ár, hví skulu teir so ikki megna tað í 70 ár afturat?«