Sakaris Zachariasen, sum býr í Kjøllefjord í Noregi, hevur sín egna bát, og hann hevur eina kvotu av kongakrabba á 2.820 kilo, pluss 10 prosent av hon-krabba umframt 10 prosent av skaddum krabba.
Hann sigur við In.fo í kvøld, at skaddur krabbi er krabbi, sum hevur mist eitt bein ella sum er skaddur á annan hátt.
- Tað, sum er so snilt við krabbakvotuni, er, at hon er persónlig. Tað merkir, at persónurin eigur kvotuna, og hann fær bert eina kvotu. So, her er ikki so einfalt hjá ríkmonnum at leggja alt undir seg, sum Sakaris Zachariasen tekur til.
Hann vísir á, at fyri at fáa krabbakvotu, skalt tú í minsta lagi hava fiskað fyri 100.000 krónur av øðrum fiskasløgum, sum toski og hýsu. Tú skalt eisini hava búð í Noregi í eitt ár.
- Vit taka bert krabbar inn, sum eru tvey kilo og størri. Krabbi undir tvey kilo hevur ongan prís. Eg haldi, at norsku fiskivinnumynduleikarnir eru komnir væl burtur úr tí skipan, sum ræður á økinum.
Hann sigur, at um tú drívur á, er einki til hindurs fyri at fiska krabbakvotuna upp eftir tveimum vikum, og prísurin er 170 krónur fyri kilo - og hálvur prísur fyri hini 20 prosentini av hon-krabba og skaddum krabba.
- Eg kann til stuttleikar nevna, at umborð á Hurtigruten - sum svarar til okkara strandferðslu – kostar eitt kilo av livandi krabba 1200 krónur kilo. Umborð á ferjunum gongur krabbin í fiskabúrum á sama hátt, sum hummarin í SMS.
Sakaris Zachariasen sigur, at hann hevur 700 kilo eftir av kongakrabba at fiska, men nú fer hann eftir toskinum, og toskakvotan hjá honum er 41 tons.