Myndugleikarnir í Japan vita ikki, hvat er hent helminginum av teimum 19.000 íbúgvunum í havnarbýnum Minamisanriku, sum varð raktur av flóðalduni í gjár. Tíðindastovan Kyodo skrivar, at fyribils hava myndugleikarnir boðað frá, at umleið 9.500 fólk í býnum eru ikki komin afturíaftur.
Minamisanriku er á eysturstrondini norðan fyri býin Sendai og einar 450 kilometrar frá Tokyo.
Fyrr í dag søgdu myndugleikarnir, at meiri enn 700 fó0lk vóru funnin deyð, men at talið á deyðum kann gerast munandi størri, so hvørt sum bjargingarliðini taka seg fram til tey oyðiløgdu økini. Tíðindini um støðuna í Minamisanriku benda á, at metingin hjá myndugleikunum er bein.