Saknaði maðurin funnin í gjárkvøldið

Mass Ingi Jensen, sum var eftirlýstur, varð í gjárkvøldið funnin deyður sunnarlaga á Nólsoyarfirði. Tað var ein av bátinum, sum luttók í leitingini, ið kom fram á mannin, men báturin er enn ikki funnin


 
Í gjár varð Mass Inga Jensen eftirlýstur. Hann fór við 10-mannafari sínum, Hvalnes, til Havnar eftir grind hósnáttina, men kom ongantíð vegin fram.
Leitingararbeiði varð sett í gongd, og klokkan 19.45 í gjárkvøldið kom ein av bátunum, sum luttók í leitingararbeiðinum, fram á mannin, sum fleyt druknaður í Nólsoyarfirði, miðskeiðis millum Glyvursnes og Borðuna.
Enn er ógreitt júst hvat er hent, og beint fyri døgurða í dag, var báturin framvegis ikki funnin.
Nógvur mjørki var í gjár, tá Brimil, Tjaldrið, Agdlek, Ziska, fleiri bjargingarfeløg, Løgreglan, tyrlur hjá Atlantic Helicopters og Færøernes Kommando, saman við nógvum sjálvbodnum fólki, leitaðu eftir Mass Inga Jensen og Hvalnes.
Í morgun hava tey luttikið í einum eftirmetingarfundi á Sjóbjargingarstøðini, har leitingararbeiði var gjøgnumgingið.