Saksaberg í Týsklandi við sild

Gøtuskipið Saksabeg landar sild í Rugen í Týskland Tað er ikki á hvørjum degi, at føroysk skip landa í Týsklandi, men gøtuskipið Saksaberg er á veg til Rugen í Týsklandi við 540 tonsu7m av sild til matna.

Rugen er ein oyggj á landnyrðingshorninum í gamla Eysturtýsklandi, beint suður av Svøríki. Tað ger, at Saksaberg skal ígjøgnum Kattegat, Oyrasund og Eystrasalt.

Reiðaríið hjá Saksabergi sigur, at nógv sild er at fáa hesar dagar, og at tað hevur ávirkað prísin nakað.