Salmundur í hvítt og svart

Betri deildin menn: TB hevur tryggjað sær roynda miðvallara úr Porkeri

Mynd: (TB.fo) Salmundur Bech og André Dalfoss, formaður í TB

TB hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Salmund Bech fyri komandi kappingarár.

 

- Framúr dugnaligi, 27 ára gamli miðvallarin úr Porkeri hevur sína fótbóltsuppaling í FC Suðuroy og tørnaði á fyrsta sinni út fyri TB í 2016. Salmundur hevur spælt 26 dystir fyri TB  og 44 dystir fyri táverandi felagsliðið. Í hesum dystum skoraði Salmundur 16 mál. Salmundur spældi eisini 21 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ í 2020, har hann skoraði 1 mál. Salmundur hevur eisini leikt 92 dystir fyri besta liðið hjá FC Suðuroy  – hin fyrsta 17. juni 2012. Fyri FC Suðuroy hevur Salmundur skorað 27 mál, skrivar TB og leggur afturat:

 

- Tað er ein sera royndur harri, ið vit hava ta stóru gleði at síggja aftur í TB-búnanum og eru vit sera glað fyri at tað eydnaðist at fáa undirskriftina hjá Salmundi. Saknur hevur verið í honum og hansara ótroyttiliga arbeiði á vøllinum – hørðu, beinraknu langskotini taka vit fegin ímóti eisini.

 

TB hevur í løtuni ongan venjara. Dan Jensen og TB fóru hvør sín veg í uppstartinum. Bolt.fo hevur sett Zoran Pavlovic í samband TB, men tað er einki alment enn.

 

Mynd: (TB.fo) Salmundur Bech og André Dalfoss, formaður í TB