Salt á Drelnesi verður ikki jólatrøll

Í dag skal Løgtingið taka støðu til um mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, skal fáa meiri pening

Løgtingið fer seinni í dag at taka støðu til um mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, skal fáa 1,6 milliónir krónur afturat úr landskassanum.

 

Tað eru teir fýra tingmenninir, Jenis av Rana, Jacob Vestergaard, Edmund Joensen og Kári. P. Højgaard, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Salt 1,6 milliónir afturat, so at húsið kann gerast liðugt.

 

Tað eru tveir mánaðir síðani, at Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fekk uppskotið til viðgerar, men hóast hon hevur ein mánað at viðgera málið, hevur hon súltað tað líka til nú.

 

Tað hevur staðið á skrá hjá Fíggjarnevndini fleiri ferðir, men er tikið av aftur hvørja ferð. Og fyri eini viku síðani ótolnaðust uppskotsstillararnar so illa, at teir vildu hava Løgtingið at samtykkja, at Fíggjarnevndin skuldi leverað Løgtinginum málið aftur, hóast tað ikki varð viðgjørt.

 

Men tað vildi tingið ikki, tí tað vóru 15 atkvøður fyri og 15 ímóti, so tað fall.

 

Men í morgun hava teir roynt einaferð enn at fáa málið aftur til viðgerar, so at tað ikki varð jólatrøll. Og hesa ferð høvdu teir eydnuna við sær, tí nú atkvøddi Løgtingið einmælt fyri at fáa tað aftur til viðgerasr, so at støða kundi takast til tað.

 

Og løgtingsformaðurin sigur, at sostatt kemur tað til viðgerar seinni í dag og tá skal Løgtingið eisini atkvøða um Salt skal fáa hægri játtan, ella ikki.