Fiskivinna
Millum tey smáu fiskavirkini í Suðuroy, telist Delta Seafood á Tvøroyri, sum nú hevur sjey ár á baki. Eins og onnur virkir í oynni, hava tey ikki havt summarsteðg á Delta.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at arbeiði á virkinum hevur verið rættiliga støðugt, men hendan vikan hevur verið heldur sløk.
- Tey 40 fólkini, sum arbeiða á virkinum, eru annars til arbeiðis at kalla hvønn dag, og fáir dagar eru við ongum arbeiði.
Øll til arbeiðis í senn
Á Delta Seafood verður dentur lagdur á at virka saltfisk, men tá ið marknaðurin er nýtiligur, sendir virkið eisini fesk fløk av landinum.
Stjórin vísir á, at á Delta Seafood eru tað tey somu fólkini, sum skera, salta og pakka saltfiskin.
- Sostatt eru øll arbeiðsfólkini til arbeiðis í senn, sigur hann.
Delta Seafood og Fiskavirking á Tvøroyri samstarva um keyp av ráfiski.
- Hetta er eitt samstarv, sum tænir báðum pørtum til gagns, sigur Magnus Jespersen.