Hóast fólkatalið í Nes kommunu stóð í stað í 2010, vóru inntøkurnar hjá kommununi kortini 2,3 miljónir krónur hægri, enn rokna varð við, tá fíggjarætlanin fyri árið varð løgd.
Í kunning borgarstjórans til roknskapin fyri 2010, sæst, at fólkatalið í fjør helt sær á 1264. Burðaravlop var, tí 15 børn vórðu fødd - og 10 andaðust. 82 fólk fluttu í kommununa at búgva og 87 fólk fluttu úr kommununi. Úrslitið var tískil, at fólkatalið stóð í stað - á 1264.
Roknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2010 vísir, at a-skattainntøkan, sum annars varð mett til 31 miljónir krónur, gjørdist 32,2 miljónir krónur. Partafelagsskatturin var 1,2 miljónir krónur, men var frammanundan varisliga mettur til 0,5 miljónir. Kapitaleftirlønargjøld vóru í roknskapinum sett til 0,1 miljónir, men gjørdust til 0,5 miljónir krónur, tá avtornaði.
- Sostatt høvdu vit samanlagt eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2010 á 2,3 miljónir krónur, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen.