- Saman standa vit sterkari at verja bygd og bý

Frá 1. januar 2017 fer Húsar kommunu í søguna, og íbúgvarnir í bygdunum Syðradali og Húsum gerast alment borgarar í Klaksvíkar kommunu.


Okkurt ítøkiligt minni verður tó um, at bygdirnar einaferð vóru skipaðar sum egin kommunu.


Aftaná at Magni P. Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, høvdu undirskrivað sáttmálan um samanlegging inni í skúlanum, fóru teir nevniliga útum, har ein minnispláta varð avdúkað á húsavegginum á skúlanum.


Á plátuni er skrivað:


- Her á Húsum mikudagin 24. februar 2016 undirskrivaðu Magni P. Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sáttmála um sjálvbodna samanlegging av kommunum báðum, galdandi frá 1. januar 2017.

Saman standa vit sterkari at verja bygd og bý
Saman taka vit lógvatøk og hyggja fram í tíð