Freya og Romantiq eru nú tveir handlar undir somu lond í Vestmanna. Mótahandilin, sum Tórhild Nielsen eigur og handlin hjá Kirstin Johannesen, sum selur lekrar lutir til heimið og nógvum gávuhugskotum.
Tær báðar hava sæð møguleikarnar við felags rakstri og hava nú flutt handlarnar saman í hølini, har Posta áður helt til. Áður helt Roamtiq til uppi í bygdini og Freya niðri á Bakka tey kalla.
Leygardain lótu tær báðar sínar handlar upp. Handlarnir liggja beint við Eik og BankNordic Kristin og Tórhild lata væl at, tí heilt fitt av avbygdafólki vóru og vitjaðu henda góðveðurdagin í Vestmanna.