Samband um Skálafjørðin

Nú nærkast dagurin at tunn­ils­bólkurin skal leggja álit fram um farleið um fjørðin og suður á Streymoynna.
Hvussu sambandið um fjørð­in verður er ein sera týð­andi partur, og eftir míni meting er hettar eitt av­gerandi punkt í hesum tíð­um har samanlegging er nógv frammi. Ja onkur hev­ur hug at leggja saman, ja bert fyri at leggja saman, utt­an so mikið sum at vekta fordeilir og vansar, bert vera stórir tað er nokk, nei líka myki hvat vit gera her á fjørðinum vera vit ikki nøkur stór kommuna, og skulu vit vera tað??

Sonni Johansen

Ja hvønn veg skal Sjóvar kommuna fara??
Tá tunnilin er komin suður til Tórshavnar kommunu eru enn fleiri møguleikar opn­ir, fyri samanlegging av ­kommu­num.
Um sambandi um fjørð­in ikki veðrur so stutt sum gjørligt og so brúk­a­r­a­vin­arlig sum til ber, so er tankin við at fjørðurin verð­­ur ein eind eitt sindur fjarari.
At sambandi um fjørðin verður so gott sum gjørligt, at sjálvt teir ynsktu bog­ar­arnir eisini kunnu ferðast trygt má vera ein treyt, um hugsa verður um fram­tíðina. Skulu vit ikki menna skúl­aøkið. Mentan ja alt sam­band sum er innan komm­unumark og langt út um eisini.
Eg vóni tit hava slept hes­um einsporaða tonkum og bert start tykkum blind­ar av at holi skal upp í kjallaranum hjá tykkum á eystara armi, um so er, er bert at bora beint í toftavatn , so er tann perlan eisini strika av kortinum.
Nei lati okkum fáa eitt sambandi um fjørðin so piltarnir kunnu vitja hvønn annan á hjólheystið, omm­ur­nar kunnu spáka sær ein túr yvir um fjørðin at vitja ommubørnini, hett­ar er ikki bert hugna tank­ar, men ramasta álvara, tank­ar­nir við boritorn og supertankarum inni í Skál­a­botni er heilaspuni úr øðrum enda í annan, um hesi risa­skip skulu inn á fjørðin, má ein djúphavn gerast longur úti á fjørðinum.
Tá eg bleiv valdur í Sjóvar bygdaráð helt eg tað vera eina natúrliga gongd at Skálafjørðurin bleiv ein kommuna, tað var nógv sum talaði fyri tíð,tí tað vóru nógvar uppgávur sum landi ætlaði at leggja út á kommunurnar, ja nakrar stórar og tungar ætlanir, men hvat er hent, okkurt er skrumblað ígjøgnum og eingin peningur fylgir við, eldraøki er lagt á ís tí landsstýrismaðurin sær út sum hann ikki grynnur í løtuni.
Tað samarbeiði vit hava við grannakommununa kundi bert veðri betur, ja nógv betur, Veðrur hugt aftur um bak eftir tunn­ils­ætlanina er ikki nógv at síggja til samarbeiði og fram­tíðar ætlanir,hvørki hvat tænir landsins besta og ei heldur grannunum á vestaraarmi, so her skulu heilt aðrir bollar í súpanina, um eitt samarbeiði ella møgu­liga samanlegging skal vera veruleiki um 10 til 15 ár.