VELJARAKANNING
Ein nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Ùtvarp Føroya, gevur Sambandsflokkinum 30,6%.
Var val í dag vildi Sambandsflokkurin fingið tíggju tingmenn. Hetta eru tveir meira, enn flokkurin hevur í dag. Sambandsflokkurin hevur ligið fremst í veljarakanningunum síðani valið, men munurin hevur ikki verið so stórur sum nú.
Javnaðarflokkurin fær 22,1% í veljarakanningini og átta tingmenn ? ein meira enn verandi tingmannatal. Hetta gevur verandi andstøðu ein meirluta.
Tjóðveldisflokkurin fær í kanningini 22,3% og átta tingmenn.
Fólkaflokkurin missir ein tingmann sambært kanningini og fær seks - 18,9%.
Hvørki Sjálvstýrisflokkurin ella Miðflokkurin sleppa sambært kanningini á ting.
Miðflokkurin fær bert 2,8%, og Sjálvstýrisflokkurin megnar at fáa 3,4%. Tað krevst 3,7% av atkvøðunum til at sleppa á ting.
Ein kanning er bert ein kanning, og var val veruliga, so hevði úrslitið óivað verið øðrvísi. Men nýta vit kanningina til at siga okkum ein tendens, so hevur andstøðan ein greiðan mun móti samgonguni. Trupulleikin er bert tann, at slíkar veljarakanningar í stóran mun ikki leggja upp fyri valdømisskipanini í Føroyum, og teir ymsu tendensir kring landið eru ringir at rokna við.
Anfinn mest
Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Ùtvarp Føroya, verða tey gott fimmhundrað fólkini eisini spurd, hvønn tey kundu hugsað sær sum Føroya løgmann.
Sum vanligt hevur veriðs seinastu nógvu veljarakanningarnar, so er Anfinn Kallsberg nógv best umtóktur.
Í hesari kanningini fær hann 39%. Høgni Hoydal, varaløgmaður, fær undirtøku frá tíggju prosentum. Samanlagt gevur hetta 49%, og tað er meira enn samgonguflokkarnir fáa frá veljarunum.
Jóannes Eidesgaard halda 16% vera besta egnaðan sum løgmann, og Lisbeth L. Petersen siga 18% gott fyri. Hetta er meira, enn Lisbeth L. Petersen áður hevur fingið. Hetta er samstundis eisini fyrstu ferð, at hon fær størri undirtøku enn Jóannes Eidesgaard til løgmansembæti.
Sjálv sigur Lisbeth L. Petersen, at hon fegnast um kanningina ? bæði persónliga og fyri flokkin.
? Hetta vísir týðuliga, at tað er ein tendensur. Eg haldi eisini, at hetta sigur okkum, at okkara politikkur er tann rætti, sigur Lisbeth L. Petersen.
Nógvar kanningar
Sum vera man við einari tílíkari veljarakanning, fáa allir flokkar tað at ljóða sum um, at hetta er gott úrslit fyri teir, ella at kanningin gevur eina skeiva mynd.
Hetta er tann tólvta veljararakanningin hjá Gallup síðani valið fyri einum ári síðani. Úrslitið hava verið nakað svingangandi.
Sambandsflokkurin hevur allatíðina verið størstur, og teir smáu flokkarnir hava ligið bæði uttanfyri og innanfyri markið, har serliga Sjálvstýrisflokkurin hevur havt tað trupult.
Tað eru teir smáu flokkarnir, sum hava verið avgerandi fyri, hvørt samgongan ? í veljarakanningunum ? hevur hildið meirilutan.