Sambandspolitikkur er hægsti móti

Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum staðfesti um vikuskiftið, at broytingar skulu gerast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, men hví skulu føroyingar slíta, tá tað er síðsta skríggj í Evropa at londini taka tættari samstarv sínamillum. ? Tað er jú ørskapur í síni mest fullkomnu útgávu, segði Edmund Joensen, formaður í síni røðu

Sambandsflokkurin hevði landsfund á Føroya Læraraskúla um vikuskiftið. Nógv stórmál hava verið til viðgerðar í tinginum seinastu tíðina, og tí vóru tey viðgjørd á flokstinginum m.a.

Á fleiri stórum økjum fara fram rembingar, sum koma at merkja broytt viðurskifti í framtíðini.

Almannalóggávan er júst farin gjøgnum tingið og fyri kortum boðaði samgongan frá einum skifti tá tað um fólkapensjónir ræður. Hetta skiftið fer at hava við sær, at fólk sjálvi skulu tryggja sína egnu pensjón við eftirlønarskipanum, heldur enn at tað almenna skal bera ábygrdina einsamalt.

Vinnupolitikkurin skal eisini dagførast. Føroyskt vinnulív skal klára seg í kappingini við onnur lond, og finnast skal út av á hvønn hátt hetta kann gerast skilabest.

Størsta fráboðaða broytingin er á tí ríkisrættarliga økinum. Samgongan hevur sett út í kortið sínar ætlanir, og Javnaðarflokkurin hevur sent veljarunum sítt boð uppá broytingar.

Sambandsflokkurin hevur harafturímóti verið meira tigandi, hóast hann hevur viðgingið, at tað er neyðugt við broytingum á júst hesum øki.

Av tí at ríkisrættarligi parturin er so stórur partur av politiska kjakinum í løtuni, so var tað eisini hann, sum fór við meginpartinum av tíðini á landsfundi Sambandsfloksins um vikuskiftið.


Vilja forkoma

ríkisfelagsskapinum

Edmund Joensen segði m. a., at farna árið hevur víst, at tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman, og at tað ongantíð hevur verið so nógv brúk fyri Sambandsflokkinum, sum júst nú.

Hesum grundgav fyri, við at vísa á sitandi samgongu og ætlanir hennara um at gera Føroyar til eitt fullveldi - kosta, hvat tað kosta vil, sum hann tók til.

Formaðurin í Sambandsflokkinum óttast fyri, at vera ætlanir samgongunar um fullveldi veruleiki, so fer hetta at gera at livifóturin í Føroyum fer niður, og at nógvar góðar kreftir rýma av landinum við tí úrslitið, at Føroyar ongantíð vinna tað plássið ó evropeiskum ella altjóða høpi, sum vit av røttum eiga. Samstundis verður vandin fyri avbyrging ovurhonds stórur, tí einsamallar megna Føroyar lítið.

Við hesum í huga, er Sambandsflokkurin komin til tað niðurstøðu, at flokkurin er tann einasti, sum veruliga vil menna Føroyar innanfyri ríkisfelagsskapin.

Samgongan hevur sítt egna uppskot um fullveldi, og undan valinum gjørdi Javnaðarflokkurin - í síni opportunistisku tráðan eftir loysingaratkvøðum - alt til varg í kjakinum um Ríkisfelagsskapin, og harafturat legði flokkurin í eini pjesu fram uppskot um sjálvstýrislóg, sum hvørki líkist fugli ella fiski, segði Edmund Joensen millum annað.


Samband er

síðsta skríggj

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur tí, at tey, sum siga, at Sambandsflokkurin ikki vil broytingar í ríkisfelagsskapinum, fara so dyggiliga skeiv.

Hann vísir á, at sambært stevnuskránni, vil flokkurin gera tær broytingar, sum tæna fólkinum best, og hann skilir ikki, at føroyingar, vilja kvetta eitt tætt samstarv við dannir, tá tað er hægsti móti í Evropa at vera sambandsmaður.

Hann vísir til, at londini í ES samstarvinum knýta alt tættari sambond sínamillum, og tí er tað bakvent tala at tosa um, at Føroyar skulu gerast fullveldi.

Edmund Joensen vísir eisini á, at flokkurin hevur tikið stig á broytingarkós, tí flokkurin hevur tikið stig til at yvirtaka bæði telesamskiftið og Realkredittstovnin í farna valskeiðið.

Samstundis hevur flokkurin eisini tikið stig til uttanlandsumsitingina í Tinganesi, sum ger, at føroyingar betri fáa verið við í uttanríkispolitikkinum, sum annars er danskt sermál.


Egið uppskot

Herfyri setti Sambandsflokkurin ein arbeiðsbólk at viðgera ríkisviðurskiftini.

Hesin arbeiðsbólkur legði eitt upplegg fyri landsfundin, og tað verður út frá hesum, at Sambandsflokkurin fer at arbeiða í komandi tíðum.

Uppskotið sigur m.a. at Føroyar skulu staðfestast sum sjálvstøðug tjóð í danska ríkinum.

Eisini sigur uppskotið, at Føroyar, á verju- og uttanríkispolitiska økinum skulu krevja, at allar avgerðir, sum kunnu raka føroyingar, verða góðkendar í Føroyum, hóast Danmark framhaldandi formliga, skal umsita hesi málsøki.

Umframt hetta varð skotið upp, at Føroyar hava sum meginreglu, at øll mál uttan verjumál, uttnaríkismál og rættarskipan kunnu yvirtakast um løgtingið ella fólkatingið ynskja tað.

Á fíggjarliga økinum stendur í uppskotinum, at Føroyar skulu krevja sama innlit í føroyska fíggjarheimin, sum danska fíggjareftirlitið og tjóðbankin hava í dag, og at Føroyar skulu fylgja Danmark í gjaldoyraviðurskiftum og harvið taka við evruni, um Danmark ger tað.


Løgfrøðin kemur

av sær sjálvum

Formaðurin í Sambandsflokkinum er samdur við útleggingini hjá formanni Javnaðarfloksins um, at tann løgfrøðisligi parturin ikki er tann, sum hevur størstan týdning í fyrsta umfari.

Jóannes Eidesgaard hevur fleiri ferðir víst á, at tað er púra óneyðugt at krevja, at skipanin er í samsvari við løgfrøðina, tá hon verður gjørd.

? Tá heimastýrislógin varð samansett, var støðan nett tann sama sum í dag. Løgfrøðin segði, at tað bar ikki til at gera heimastýrisskipanina, men tað bar til kortini, hevur Jóannes víst á, og hesari útlegging er Edmund Joensen samdur í.

Hann sigur, at tað sum hevur týdning beint nú er, at trupulleikarnir í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark verða útgreinaðir, og at eitt uppskot um loysn verður orðað.

? Síðani kunnu vit venda aftur til løgfrøðina, sigur Edmund Joensen.

Bæði formaðurin í Sambandsflokkinum og formaðurin í Javnaðarflokkinum vísa á, at tá heimastýrislógin var gjørd, var skipanin eindømi í heimshøpi, og at tað væl kann lata seg gera enn einaferð.

Sambandflokkurin hevur annars fingið nýggjan næstformann. Terji Davidsen, sum hevur verið næstformaður í nøkur ár boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali, og í hansara stað varð Trúgvi Guttesen, úr Havn, valdur. Formaðurin Edmund Joensen heldur fram sum formaður.