Limalondini í ES eru fyri løtu síðani vorðin samd um at herða markaeftirlitið til Evropa. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Avgerðin er tikin aftaná, at ES-londini vórðu innkallað til fund í kjalarvørrinum av yvirgangsatsóknini í Paris. Serliga franska stjórnin legði trýst á, at herða eftirlitið, aftaná at illgruni er um, at yvirgangsmenninir í Paris álopinum ikki hava havt stórvegis trupulleikar at sleppa inn í Schengen-økið.
Avtalan fevnir um at herða eftirlitið við uttastu mørkini í Evropa. Schengen-økið umfatar 22 ES-lond og fýra EFTA-lond.
Sambært AFP inniber tað, at eisini Schengen borgarar muga finna seg í, at verða gjølla kannað við mørkini. Higartil hevur tað verið lættari hjá borgarum í Schengen-londum at ferðast til Schengen-økinum, enn tað hevur verið hjá borgarum úr øðrum londum.