H1N1-Beinkrím
Rógvi Nybo
Heimspressan er í morgun ósamd um hvønn veg tað ber við nýggja kríminum, H1N1-beinkrím.
Í morgun slær norska kringvarpið NRK stórt upp, at »Kreppan er av«. Tey skriva, at afturlatingin av fyritøkum í Meksiko Býi mest líkt verður tikin aftur mikudagin, og siterar forsetan í Meksiko, Felipe Calderón, fyri at siga, at landið hevur tamarhald á farsóttini.
- Vit eru í støðu til at vinna á H1N1-virusinum, segði Felipe Calderón í eini samrøðu, ið varð varpað út í út- og sjónvarpi, skrivar NRK.
Víðari skrivar NRK, at heilsumálaráðharrin José Angel Córdova upplýsir, at afturlatingin av fyritøkum helst verður tikin aftur mikudag, um hóttanin frá virusinum heldur áfram at minka. Hetta er galdandi fyri matstøð, barrir, klubbar, filmshallir, leikhús og venjingarmiðstøðir, ið vórðu biðin um at lata aftur 28. apríl.
BBC ósamd
Meðan NRK skrivar at útbrotið av H1N1-beinkríminum er við at vera av, skrivar bretska kringvarpið BBC, at farsóttin breiðir seg um USA.
- Heili 226 tilburðir av H1N1-beinkrími eru staðfestir í 30 ymiskum statum í USA, og fleiri tilburðir eru í væntu, siga amerikanskir heilsumyndugleikar, sambært BBC.
Víðari skrivar BBC, at talið av staðfestum tilburðum í USA er økt frá 160 til 226, men at myndugleikarnir siga hetta vera orsakað av at kanningarúrslitini koma inn nú, heldur enn at tað eru fleiri tilburðir. Hinvegin skrivar BBC, at ein serfrøðingur frá amerikanska sjúku- og fyribyrgingarstovninum CDC sigur virusið verða rímiliga útbreitt.
- Í roynd og veru sirkulerar virusið kring alt USA í løtuni. Men tað merkir ikki at øll eru smittað, men innan smáu samfeløgini, siterar BBC Dr. Anne Schuchat frá CDC fyri at siga.
WHO ávarar móti líkasælu
Heimsheilsustovnurin WHO ávarar móti at lond lækka tilbúgvingarstigið í samband við útbrotið av H1N1-beinkríminum.
Omanfyri 900 tilburðir eru staðfestir í fimm heimspørtum, sigur WHO, og myndugleikar mugu vera á varðhaldi.
Virus vaksa og minka í virkni, sigur WHO, og leggur afturat at tað er alt ov tíðliga at siga um útbrotið hevur toppa í Meksiko, har tað eftir øllum at døma breyt út.
Henda ávaringin er komin eftir at meksikanskir myndugleikar um vikuskiftið søgdu, at tilburðirnir av virusinum sóu út til at vera minkandi.
Talsmaður hjá WHO, Gregory Hartl, sigur, at tað er ein stórur møguleiki fyri at virusið kemur aftur, serliga tá vit nærkast kaldari tíðum. Hann leggur afturat, at kanska hevur virknið toppa fyri hesaferð, men at tað ikki merkir at vandin er av.