Samgongan hevur ikki lagt frá sær

- Samgongan er virkisfør og hevur ikki lagt frá sær, segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, við KvF eftir kreppufundin í dag.

Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana fara aftur at fundast í morgin klokkan 14.

Samgonguleiðararnir, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, sum hava fundast um politisku støðuna seinnapartin í dag, fara aftur á fund í morgin.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá kreppufundurin í dag varð niðurlagdur, og KvF skifti orð við ein fámæltan samgonguleiðara.

- Vit skulu hvør í sínum lagi hava greiðu á nøkrum málum, og so møtast vit aftur í morgin klokkan 14, segði løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen vildi sambært KvF ikki siga, hvørji mál talan er um, sum greiða skal fáast á.

Tá hann varð spurdur beinleiðis, um Føroyar hava eina samgongu, svaraði løgmaður, at tað hava Føroyar. 

- Samgongan er virkisfør og hevur ikki lagt frá sær. Gamaní er samgongan nakað skerd við landsstýrisfólkum, men samgongan hevur ikki ein meiriluta ímóti sær, segði Bárður á Steig Nielsen.

Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana fara aftur at fundast í morgin klokkan 14.