-Samgongan slitnar ikki allíkavæl

Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldi, var í dag tungan á vágskálini, tá ið 3. viðger av fiskidøgunum var í Løgtinginum. Var broytingaruppskotið samtykt, hevði tað helst fingið stórar fylgir fyri samgonguna, men Heini O. Heinesen væntar, at ABC ongantíð slitnar óansæð hvat knútarnir snúgva seg um. Tað vóru 16 atkvøður fyri, 16 atkvøður ímóti og ein blonk atkvøða, tá ið Løgtingið í dag skuldi atkvøða um eitt broytingaruppskot til triðju viðger av fiskidøgunum, sum mælti til ein niðurskurð á heili 8 prosent.

Ímillum uppskotstillararnir av broytingaruppskotinum vóru John Johannesen og Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum og Magni Laksáfoss og Edmund Joensen úr

Sambandsflokkinum. Aftrat hesum atkvøddi Katrin Dahl Jacobsen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum fyri broytingaruppskotinum, sum var beinleiðis í stríð við semjuna, sum samgongan undan viðgerðina hevði gjørt um niðurskurð av fiskidøgunum.

Sostatt vóru 16 tinglimir fyri uppskotinum, 16 ímóti og 1 var blankur.

Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldi var tungan á vágskálini, og hevði í dag møguleikan at seta samgonguna í eina sera torføra støðu.

Men spurdur um hetta ikki var nóg góð grundgeving fyri at atkvøða fyri broytingaruppskotinum, er Heini O. Heinesen ikki í iva.

-Samgongan hevði ikki slitnað allíkavæl. Hendan samgongan vil sita fyri at sita, sigur ein avgjørdur Heini O. Heinesen eftir viðgerðina av uppskotinum.

Hann ger eisini greitt, at hann als ikki tekur undir við sínum egna flokki, tá ið umræður fiskivinnupolitikk, og hann tekur heldur ikki undir við at skerja fiskidagatalið við 8 prosentum, sum broytingaruppskotið legði upp til.