Samgongan um samkynd foreldur: Pengarnir skulu fylgja barninum

Ein persónur, sum er einsamallur foreldur, kann geva øðrum rættindini hjá hinum foreldrinum

Nú er útspælið komið um, hvussu samgongan skal loysa kreppuna, hon er komin í, eftir at Johan Dahl hevur boðað frá, at hann ætlar at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni um at samkynd foreldur skulu fáa sama rætt í Barsilsskipanini sum onnur foreldur.

 Tað er Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum er einsamallur um at leggja uppskotið fyri Løgtingið.

Og hansara uppskot er, at ein persónur, sum einsamallur er foreldur at einum barni, sjálvur avgera, hvussu rættindini, sum eru tillutað hinum foreldrinum, skulu verða brúkt.

 – Við hesum uppskoti verður staðfest, at rættindini úr Barsilsskipanini fylgja barninum, sigur hann. Hetta verður gjørt soleiðis, at tann, ið er einsamalt løgfrøðiligt foreldur at einum barni, sjálvur avger, hvussu barsilsfarloyvið og barsilspeningurin, sum er tillutað hinum foreldrinum verður brúktur.

– Hesar reglur eru bert galdandi í teimum førum, har bert ein persónur er løgfrøðiligt foreldur at einum nýføddum barni.  Við einsamalt foreldur meinast her við, har eingin annar er løgfrøðiligt foreldur at barninum, sigur Christian Andreasen.