Samgongan vil ikki hjálpa fiskiflotanum við oljustuðuli

- Hóast fiskiskipini verða løgd sum flugur, tí oljan er so dýr, ger samgongan púra greitt, at tað kemur undir ongum umstøðum upp á tal við oljustudningi úr landskassanum

- Tað kemur ikki upp á tal at vit fara at lata fiskiflotanum oljustudning úr landskassanum.

Tað eru bæði Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, púra samdir um.

Oljan er nú blivin so dýr, at fiskiskipini verða løgd sum flugur, tí tað loysir seg ikki longur at fiska og annanhvønn dag frættist um skip, sum ikki vilja loysa, tí tað loysir seg ikki at fiska.


Mugu ikki sláa platt

- Landsstýrið er líka hørm um støðuna í fiskivinnuni sum øll onnur eru, men tað er ógvuliga týdningarmikið, at politikarar ikki gera sær dælt av støðuni og royna at sláa politiskt platt upp á eina ógvuliga tórføra støðu í fiskiflotanum, sigur løgmaður.

Reiðarafelagið, løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum høvdu kunnandi fund um støðuna nú ein dagin og partarnir hava avrátt at kunna hvønn annan um støðuna og gongdina ta næstu tíðina.

Men hvat landsstýrið kann gera, er púra óvist.

- Hetta er ein stórur trupulleiki fyri landsstýrið og vit eru líka ráðaleys, sum øll onnur, tí oljuprísurin er ein trupulleiki, sum vit onki fáa gjørt við.

Hinvegin ger løgmaður púra greitt, at studningur kemur ikki upp á tal.

- Ráðandi sjónarmiðið er í løtuni, at vit fara ikki aftur inn aftur á studningsleiðina og tað verður vónandi eisini ráðandi sjónarmiðið frameftir, sigur løgmaður.

- Studningur kemur í øllum førum ikki upp á tal so leingi hendan samgongan situr, leggur Tórbjørn afturat.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur afturat, at hóast tað trongir um hjá fiskiflotanum, er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki útholað fiskidagaskipanina.

Tað eru serliga teir stóru lemmatrolararnir, sum hava trupulleikar, tí teir brúka so nógva olju.

Tí skilir hann eisini ynskið um at geva lemmatrolarunum fiskirættindi inni á t.d. upsaleiðum, men tað loysir ongan trupulleika, heldur hann.

- Tað er ongin loysn at trongja fleiri skip inn á leiðirnar hjá øðrum bólkum, sum hava roynt at tillaga seg til umstøðurnar, tí so ber onki til og so verður fiskidagaskipanin knúsað sundur, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.

Tí heldur hann, at einasta loysnin er, at fiskiflotin onkusvegna tillagar seg til tær broyttu umstøðurnar og ein møguleiki er at brúka reiðskap, sum ikki brúkar so nógva orku, ella at brúk, um tað so skal vera reiðskapur, vit kenna, ella um nýggjur reiðskapur kann mennast.

- Kanska hevði tað verið rættast at slept trolinum og farið aftur til snelluna, sigur Tórbjørn Jacobsen.

- Antin lata vit marknaðarkreftirnar ráða, ella fara vit aftur til tann sovjettiska ætlanarbúskapin vit kenna frá sjeyti- og áttatiárunum og tað geva vit ikki undir nøkrum umstøðum, staðfestir landsstýrismaðurin.