Samgongufundur um lagnuna hjá fiskivinnuni

Er samgongan samd um eina fiskivinnunýskipan?

Tað endaði við buldur og brak, tá ið løgtingið varð sent í summarfrí, púra óvæntað, fyri stuttum. Tá vórðu boðini frá tingformanninum, at hann helt ikki samgonguna standa saman um fiskivinnunýskipanina, og tí ráddi um at trekkja stikkið og lata samgonguna fáa summarfrí og ró at hugsa seg um. 

 

 

Nú eru bert dagar til løgtingið skal setast fyri komandi tingár, og í dag er júst sami knútur - fiskivinnunýskipanin - til viðgerðar á samgongufundi. Klokkan 13.00 í dag hittast samgongufólk, landsstýrisfólk og løgmaður í skrivstovunum á Tinganesi, har tey millum annað skulu viðgerða júst hetta. Ivaleyst er spurningurin tí eisini, um samgongan stendur saman um fiskivinnuna ella ikki, tí givið er, at hetta er eitt kardinalpunkt fyri samgonguna.  

 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum er tó ikki til staðar til hendan fundin. Sum skilst skal samgongan eisini taka støðu til onnur mál og komandi tingár, nú samgongufólkini hittast. In.fo fylgir málinum.