Hóast løgmaður í samrøðu her á in.fo sigur, at politisku flokkarnir í Føroyum eiga at skipa seg í blokkar av sambandsflokkum og loysingarflokkum, so vísa hagtølini, at samgongur oftast verða skipaðar tvørtur um sambands/loysingar-markið og heldur eftir vinstra/høgraásanum.
Síðani vit fingu heimastýri í 1948,hava vit havt 22 samgongur. Av teimum hava borgarligar samgongur stýrt í 19 ár. Ein samanseting av borgarligari samgongu og vinstraflokkum, fyrst og fremst Javnaðarflokkinum, men eisini Tjóðveldinum, hava stýrt í 17 ár. Siðbundna heimastýrissamgongan millum fyrst og fremst Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin hevur stýrt í 16 ár. Sjálvstýrissamgongur hava stýrt í 12 ár og vinstrasamgongur hava stýrt í seks ár.
Blokksamgongur |
| |
ár | samgonga | áramál |
1948 | heimastýris | 2 |
1950 | borgarlig | 4 |
1954 | borgarlig | 4 |
1958 | heimastýris | 4 |
1962 | sjálvstýris | 4 |
1966 | heimastýris | 4 |
1970 | heimastýris | 4 |
1974 | vinstra-borgarlig | 4 |
1978 | vinstra-borgarlig | 2 |
1980 | borgarlig | 4 |
1984 | vinstra | 4 |
1988 | borgarlig | 2 |
1990 | vinstra-borgarlig | 4 |
1993 | vinstra | 1 |
1994 | heimastýris | 2 |
1996 | borgarlig | 2 |
1998 | sjálvstýris | 4 |
2002 | sjálvstýris | 4 |
2004 | vinstra-borgarlig | 4 |
2008 | vinstra | 1 |
2008 | vinstra-borgarlig | 3 |
2011 | borgarlig | 3 |
|
|
|
| Samgongur |
|
| borgarlig | 19 |
| vinstra-borgarlig | 17 |
| heimastýris | 16 |
| sjálvstýris | 12 |
| vinstra | 6 |