Samhaldsfast afturhald

Við óumhugsaðu avblástrinum av atkvøðuni, verða skuldi 26 mei, hjá løganni er fullveldiskósin fyribils sjálvvalgt bent av.

 

Mannbjørn Jacobsen



Við óumhugsaðu avblástrinum av atkvøðuni, verða skuldi 26 mei, hjá løganni er fullveldiskósin fyribils sjálvvalgt bent av.

Eisini eru helst grundirnar fyri endaliga vali av landsstýrismøguleika í flokssamgongum til hetta landstýri, har ein møguleiki jú var, at Javnaðarflokkurin var innanfyri, nú nakað væl tiknar burtur.

Samráts var fram til ein sjálvstýrislandsstýrismøguleika, eins og í 1962, næsta sjávsstýrislandsstýri, sum nú í mun til fyrra, sum hevði vinnumál sum høvuðsmál, tók sær sjálvstýrismál sum høvuðsmál.

Ætlanin er nú helst, at virka sum um Javnaðarflokkurin er innanfyri aftur fyri smámolar á fullveldisleið, so landsstýrissamgongan situr seinasta ári út, og løgmaður varðveitir heitið av løgmaður í næsta sjálvstýrislandstýrinum eitt ár avtrat afturfyri, at blaka til Javnaðarflokkin stóra møguleika sín, at verða løgmaðurin, sum førdi Føroyar inn millum hinar tjóðirnar á jøvnum føti.


Endurtøka av 1946

Í veruleika er sama hent sum í 1946 bara á ein eitt sindur annan hátt við nýggju møguleikanum, Heimastýrislógin gevur, aftanfyri.

Høttandi danskt embætis og hernaðarvald eru ikki so nær statt longur, so ein føroyskur sambandspolitikkara, tosandi 3 fjórðingar danskt og ein fjórðing føroysk kundi hella seg afturá tað og hálva seg yvir ein nýføðings Javnaðarflokk, so onki framtakshugað, heldur ikki sosialt, progressivt - tað fór enn til Fólkaflokkin, seinni nýstovnaða Tjóðveldisflokkin - var við honum og hann í ein mansaldur fall afturá sum samstarvsflokkur hjá ovur afturhaldssinnaða Sambandsflokkinum.

Yvirflutningarnir, seinni blokkurin, eftir sum donsk kommunallóggáva varð avgjørd í stríði og samráð millum danskar flokkar í Fólkatinginum, komu nú við Sanbandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, seinni í borgarligum møguleika millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, yvirflutningar til vinnulívið. Altíð við Sjálvstýrisflokkinum mitt ímillum og í landstýri.

Serliga týdning fær hetta nú, at sjálvstýrissinnaðu Føroyar frá fyrr av eru nalvabundnar til danska statin í lønarluti, so her helst er frágreiðingin, hví løgmaður loypur frá atkvøðu, lýst fyri tveimum árum síðani, at verða glæsturligi endaróðurin í væl fyrireikaðari, eisini í kykmyndaupptøkum, sátt við Tjóðveldisflokkin, sum í hesi umbering uppgav loysingarorðing fyri fullveldi.

Munurin er, at í 1946 stóðu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin saman um, at hava atkvøðu um loysing, sum Fólkaflokkurin, stóð tað til hann, hevði steðgað. Nú vildi Fólkaflokkurin upprunaliga hava atkvøðu, sambands-flokkarnir ikki, men nú donsk høttan búskapar og lønarliga eydnaðist eru sambandsflokkarnir áhugaðir og Fólkaflokkurin avlýsti fólkaatkvøðuna við grund í einari tilvildarligari hugsanarkanning hjá Dimmalætting og Fróðskaparsetrinum.

Tjóðveldisflokkurin stóð fast uppá atkvøðuna. Sjálvstýrisflokkurin fyrst eisini, so hevði hann hug at fella aftur á gamla lut sín mitt ímillum.

Kristiligi Miðflokkurin í landstýri hevur her samsvarandi støðu sum Sjálvstýrisflokkurin við helling til Javnaðarflokkin.


Høgru megin Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin var til sins at ganga við til eina sokallaða íslendska loysn, persónaluuniónina hjá Íslandi í 1918 við avmarkaðum danskum luti í ávíst áramál. Hetta gav vón um, at vinna atkvøðu um eina samsvarandi føroyska skipan í ávíst stytri áramál enn íslendsku við skipaðari og bundnari avskiping yvir ávís áramál av hjálanda og nýskaptu nýhjalandaleyvdunum, so nýggj endalig atkvøða um loysing í veruleika.

Javnaðarflokkurin, sum onki serligt meinar í hesum máli - hann vil hava føroyingar at gloyma tað undir høttan um ákæri fyri høgranasjonalismu - kennir seg av Sambandsflokkinum noyddan út úr krókinum í málinum og skýtur upp einstakar yvirtøkir innan fyri ríkisfelagsskapin.

Greitt er av gongdini í málinum, at ríkisfelagsskapurin í mun til hjá Sambandsflokkinum, sum hevur opnað møguleikan persónaluunión - upprunastøðan hjá Fólkaflokkinum - hjá Javnaðarflokkinum er eitt meginreglumál. Tað skilst týðiliga av orðingum hjá J. Eidesgaard, sum er við uppá alt á loysingarleið bara tað er innanfyri ríkisfelagsskapin, heilt knívhvast uppat. Her er hann tilreiðar avtrat - eitt samsvar hinumegna við Tjóðveldisflokkin -, at fara frá navninum ríkisfelagskapur og nevna somu støðu sjálvstýrislóg, á papírinum upprunastøðan hjá gamla sjálvstýrisflokkinum.

So samanumtikið høttir ein løgin støða har allir luttakarnir í tjakinum um ríkisfelagsskapsmálið, her Sambandsflokkurin ikki má metast, at luttaka av sjálvsagdum orsøkum - talan er um, at loysa upp fyri ella avtaka hann og høttandi Sambandsflokkin sjálvan -, eru endaðir til høgru fyri sambandsflokkin í málinum eftir stuttari tíð, um enn er galdandi at, at tosa ímóti føroyskum og føroyskum sjálvræði er høgravent, undirlegging undir danskt vald er høgra.

Mørkini, nú verða sett upp, eru til høgru fyri persónaluuniónmøguleikan.


Nýskipan av sjálvstýriskreftunum

Undanfýringin hjá Fólkaflokkinum, hann hevdi møguleika til tað nú, er møguliga skiljandi. Hann sær aftur eins og í 1946 møguleika fyri tapi fyri sær uttan at hann kann gera so nógv við tað, politiski raksturin kom nógv at liggja á vinstravenda Tjóðveldisflokkinum, og grundarlagið fyri virkinum hjá flokkinum høtt sum fólkaflokkur framum danska systurflokkin sum konservativur vinnulívsflokkur.

Viðbrekna semjan við miðflokkarnar um málið høttir við at fella afturá aftur sambandsmøguleikan hjá teimum og við tí, at alt grundarlagið undan málinum fellur.

Rætt av hesum møguleika, og serliga spjaðing nú millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, er eydnast landstýrinum at smíðja landstýrissamgonguna saman um eitt samsvarandi uppskot, sum av veljarakanningini vrakaðu, við ávísum áramálsmunum og minni bindandi fyri komandi landstýrir, meiri vegleiðandi, so atkvøða nú kemst undan. Helst hevði hon eins og í 1946 ført til vinning fyri uppskotinum um nú fullveldi, tá loysing.

Fyri summar í samgonguni var tapmøguleikin møguliga sjálvan 14. septembur ov høttandi útlit.


Nýskipanarroynd av sambandskreftunum

Samgongumøguleikin millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er so at siga ikki til staðar, tí Javnaðarflokkurin má halda seg uppat fullveldismálinum, annars missur hann fleiri atkvøður til Tjóðveldisflokkin, og leggja sjógv millum seg og Sambandsflokkin við ósannførandi eftirglíðingum sínum í málinum. Tað er serliga vandamikið fyri Sambandsflokkin, sum sær støðu sína sum luttakandi flokkur í føroyskum politikki høttað.

Verður fullveldi, er í hvussu so er ikki brúk fyri honum sum sambandsflokki, politiski høvuðslutur hansara festur í navnaskeltið, tó er brúk fyri einum liberalum flokki, um sjálvstýrisflokkurin ikki heilt upptekur hetta eins og í Týsklandi við frælsu demokratunum. Tað hevði verið besta skipanin og hevði nærkað okkum Íslandi og Noregi.

Tað liggur helst aftanfyri royndirnar at fella Edmund Joensen sum formann í flokkinum, í hvussu so er hesa seinnu roynd.

Fyri hóligar kreftir í flokkinum spælir núverandi formaður stjórnarmøguleikan við javnaðarflokkin av hondum í roynd eins og Vinstra niðri, at køva og taka plássið hjá javnaðarflokkinum í umsiting og skúlum.

Í Danmark er hetta av lítlum týdningi, teir skulu í samgomgu við konservativu undir øllum umstøðum. Hin møguleikin hevur ongantíð verið ein natúr-ligur danskur møguleiki, heldur ikki aðra staðir her um leiðir uttan í Føroyum orsakar av ríkisrættarligu støðu okkara sum land enn á markinum til hjálandastøðu.


Møguleikin

Vendin í málinum vísir aftur, at Fólkaflokkurin er óálítandi sameindur í loysingarmálinum. Stóð tað til hann í 1946 var møguliga onki slíkt mál í dag. Ein av dønum sjálvvald dagføring av amtsstøðuni galdandi við lítlum møguleikin til íðiliga at stremba á fullveldismøguleika, tíansheldur loysing. Tað er hetta danir ætla aftur, og møguliga eydnast tað hesuferð við tosi teirra saman við Sambandsflokkinum um dagføring av Heimastýrisskipanin, sum tryggja skal "víddina í danska ríkinum", sum næstformanður Vinstra tók til á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.

Tað hevur sjálvsagt ikki orsøk í, at frælsishugur ikki er í flokkinum stovnaður av stóru frælsispolitikkara okkara Jóanes Patursson, men er orsakað av serstaku politisku møguleikunum, sum inn á okkum kroysta Heimastýrisskipanin bjóðar við uppbýti í samband og sjálvstýri. Hon sum kloyvir okkara politisku mynd í tvey við vinstru síðu og høgru síðu á báðum støðum við høgrasamgongu yvir longri týðarskeið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin óhugsandi - høgra, liberala, ella borgarliga møguleikan aðrastaðir- , men Sambandsflokkin víggirðandi sosialistiska møguleikan.

Tað hevur eisini í aðrar mátar verið við til at avmarka sosialu menningarmøguleikarnar í Føroyum samanborið við teir í hinum skandinavisku londunum, tí uppbyggingin av skúla og umsitingarverkinum ikki er egin roynd. Tað nógva av peninginum í okkara landi er ikki egin vunnin við tí menningarmøguleika, tað gevur, men er eins og gullskipini til Spania í miðøldini yvirflutningur uttan samsvar í arbeiði í egnað landi, sum óneyðugerð og máttloysisgerð egnu royndir.

Berandi tjóðskapar kreftir aðrastaðir verða hjá okkum settar uttanfyri í staðin fyri lítið mettar kreftir, samstarvandi við hernaðarhersetingarvald.

Møguleikin nú var at koma burturúr hesum, so Føroyar kom at venda rætt og fólk við alski til arbeiði og landi komu í rætta støðu, nikkudukkir og letingar í tí til egnaðari støðu ella á heilsufrøðisligan statsstovn.

Vantandi álit á seg sjálvan, vantandi sjálvvirðing førir til vantandi virðing fyri øðrum og sum týðiliga sæst í okkara støðu fyri egna landi.

Hetta er møguleiki danir hava sæð fyri sær og ikki tolt, at teirra fólk í Føroyum var sett til síðis og lítismett í arbeiðsstøðu og tykn. Hugsandi kunnu hernaðarmetingar spæla inn her, alt tosið um kalda kríggið og svørtu bók í huga, so teir hava møguleika at látast sum um vandi er enn fyri innrás av ikki verandi risaveldi.

Møgulig ávirkan á grønlensku menningina er helst í huga. Í Føroyum brast møguleikin av donsku ávirkanina av borgarliga partinum av fólkaflokkinum eins og í 1946. Danir hava nátt at arbeitt seg inn á hann.

Góð vón er um, at rákið ikki bendist av. Fólkaflokkurin er sperdur av fullveldisrákinum, sum enn merkist. Tjóðveldisflokkurin er enn í framgongd. Stórir bólkar í Fólkaflokkinum fostraðir í fullveldistosi høtta við at fara yvir í stóra Tjóðveldisflokkin.

Ein Wild West einmanshertøka av einari danskari ljósareyðari miðstætt í Føroyum framt av danska statsmálaráðharranum, bendir ikki rákið av, heldur umvent.

Føroyingar lata seg helst í minni mun ikki ræða í dag enn teir gjørdu í 1946.

Tað er ikki danska peninginum til Føroyar fyri at takka, hann er próvgrundin hinvegin, men tjóðskaparliga sjálvkenslan, ment í uppgerð við hesa uppgávukonugongu ár av ári.