ØKISMENNING
Fólk um alt landið fegnast um stóru útbyggingarnar á samferðsluøkinum, sum farnar eru fram seinastu árini - og onkur er kanska farin at halda, at hesar útbyggingar í sjálvum sær eru nóg mikið til tess at menna útjaðaran.
Men hóast hesar útbyggingar eru avgerandi fyri, at útjaðarin kann mennast, so eru enn nógv mál eftir at loysa, um endamálið er, at borgararnir í útjaðaranum skulu hava somu kor at liva undir sum tey, borgararnir í miðstaðarøkinum hava.
Eitt av hesum málum er skipanin av sjálvum samferðslukervinum.
Marjus Dam, løgtingsmaður, fer nú at taka skipanina av øllum samferðsluskervinum í landinum til viðgerðar í løgtinginum, tí hann meinar, at tað er ikki rættvíst, at útoyggjar og bygdir í størru økjunum áhaldandi skulu stríðast við stórum trupulleikum, sum júst eru íkomnir av tí skipan, sum er galdandi fyri samferðslukervið og landsumsitingina.
Eykaskattur lagdur á útjaðaran
- Umsitingin av landinum, sum vit øll gjalda til, er so at siga øll løgd í miðstaðarøkið, og m.a. av hesi grund er samferðslukervið í høvuðsheitum lagt soleiðis til rættis, at alt kervið leiðir til miðstaðarøkið, sigur hann og skoytir uppí, at var samferðslukervið ikki bygt so frægt út, sum tað er, so vóru útoyggjarnar longu útbløddar, og harafturat høvdu enn fleiri bygdir í teim størru økjunum ligið í andaleypi.
- Men hvussu hava vit nú skipað hetta landsvegakervið, spyr Marjus og svarar sjálvur: - Jú, vit hava í roynd og veru tvær skipanir, sum eru bygdar á tvær ólíkar grundhugsanir:
- Tann eina er ein burturav samhaldsføst skipan, galdandi fyri alt landsvegakervið, sum allir borgarar í landinum gjalda til - uttan mun til bústað.
- Her er kortini eittans undantak - og tað er tunnilin undir Vestmannasund: her verður fyri fyrstu ferð kravt gjald fyri at koyra millum oyggja.
- Og so hava vit hina skipanina, sum er galdandi fyri flutning um firðir og sund; hendan skipanin er ikki samhaldsføst, av tí at hon krevur nýtslugjald av teimum, sum nýta hana - og hetta nýtslugjaldið er at sammeta við ein eykaskatt.
- Tað er burturvið, at landsfyrisitingin krevur henda eykaskatt frá teimum borgarum, sum eru tvingaðir at nýta hesar farleiðir. Tað kann ikki vera rætt, og tí mugu vit smíða eina nýggja samhaldsfasta skipan, sigur Marjus Dam.
Ólíkar treytir
Tunnilin undir Vestmannasund hevur í allar mátar broytt líkindini til tað betra hjá fólki at ferðast til og úr Vágunum, og hann hevur harafturat gjørt útlitini fyri at menna oynna nógva ferðir betri. Ikki minst kemur hetta til sjóndar í tí vaksandi áhuga, sum fólk hava fyri at keypa grundøki í oynni.
- Tunnilin er eitt stórt framstig í mun til ta ferjuna, ið var, ikki bert í sambandi við flutningin, men eisini í sambandi við ferðakostnaðin.
- Men vit mugu ikki gloyma, at fyri at halda útjaðaranum í skák var av fyrstan tíð roynt at hava ein ógvuliga høgan økisskatt til Vágarnar, m.a. skuldi ein treylari gjalda krónur 2.400 fyri at koyra teir 4 minuttirnar úr Vágunum til Streymoynna.
- Tíbetur tóku fólk í Vágunum og føroyingar annars seg saman og kravdu, at ferðakostnaðurin varð lækkaður.
- Nú kosta 40 einstakir túrar við persónbili gjøgnum tunnilin krónur 2.240, og tað er við mesta avsláttri, t.e. 40 prosentum.
- Men krónur 2.240 er ikki smávegis hjá vanligum fólki at verða tvingað at gjalda hvønn einasta mánaða fyri at sleppa til arbeiðis á einum landsstovni í Havn, sigur Marjus Dam.
- Tey skulu í veruleikanum vinna krónur 4.500 einans til ferðingina fram og aftur av arbeiði.
- Til samanburðar ber til at koyra óendaliga nógvar kilometrar í Eysturoynni og Streymoynni - uttan at ein verður kravdur at gjalda eitt einasta oyra í eykaskatti fyri at nýta landsvegakervið í hesum økjum.
- Fólk kunnu koyra ókeypis úr Leirvík til Havnar, hóast tey skulu um eina brúgv og ígjøgnum ikki færri enn trý berghol.
- Hetta skulu tey eisini framhaldandi hava rætt til, haldi eg, men eg meini eisini, at hesar góðu treytir skulu galda fyri allar borgarar á øllum farleiðum í landinum.
- Hesin parturin av vegakervinum er sjálvandi ikki ókeypis - hann er bert fevndur av tí partinum av landsvegakervinum, sum hoyrir til ta samhaldsføstu skipanina.
- Men fara harafturímóti maður og kona við fýra børnum um Skopunarfjørð, skulu tey gjalda krónur 430 fyri at koma aftur og fram.
- Hesi skulu við øðrum orðum vinna tað dupulta ella umleið krónur 900 - fyri ikki at tala um tað, fólk skulu gjalda fyri at fara um Suðuroyarfjørð, sigur Marjus Dam.
- og nú hækkar prísurin á ferðaseðlum
Er støðan ikki góð, sum er, so er verri í væntu hjá fólki í útjaðaranum, tí Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at hækka prísin á ferðaseðlunum við strandfaraskipunum.
Enn er ikki endaligi kostnaðurin ásettur, men talan verður um eina lutfalsliga stóra hækking, sum skal galda frá fyrst í komandi ári.
Marjus Dam heldur tað vera løgið, at ferðaseðlarnir um firðir og sund nú skulu hækkast, samstundis sum ferðakostnaðurin er ein av stóru trupulleikunum hjá útjaðaranum.
- Fleiri ferðir áður hava royndir verið gjørdar at hækka ferðakostnaðin við Strandfaraskipum Landsins - enntá við krónum 12 mió. - men tíbetur hava hesar royndir ikki eydnast, sigur Marjus Dam.
- Men á fíggjarlógini fyri 2003 er aftur roynt at tyngja um hjá fólki í útjaðaranum. Prísvøksturin er mettur at verða heili 15 prosent.
- Men hetta má ikki henda, hetta er steinur oman á byrðu og sera órættvíst.
- Tí hví skal útjaðarin rinda enn hægri eykaskatt, samstundis sum miðøkið stórt sæð sleppur undan, spyr Marjus Dam.
Eittans samferðslukervi
Marjus Dam mælir til, at løgtingið samtykkir, at vit hava eittans samferðslukervi í landinum, sum fevnir um bæði lands- og sjóvegirnar.
- Kostnaðurin fyri flutning um og undir firðir og sund má lækka - og tað kann hann bert, um fleiri eru um at gjalda, sigur hann, og mælir hann tí til, at løgtingið viðurkennur, at sjóvegirnir ímillum ferjulegurnar fær somu støðu í vegakervi okkara, sum landsvegirnir hava.
- Eg meti tað verða alneyðugt, at løgtingið sum skjótast ger nakað við hendan stóra trupulleika, sum fólk í útjaðaranum hava.
- Eg fari tí at mæla løgtinginum til at endurskoða okkara samferðsluviðurskifti, tí galdandi skipan er ikki rættvís og harafturat til stóran bága fyri útjaðaran.
- Meina vit nakað við tað, tá ið vit siga, at Føroyar eru einar Føroyar fyri allar føroyingar, so taka vit henda eykaskattin av, sum er lagdur á fólk í útjaðaranum, og ístaðin gera vit eina skipan, soleiðis at alt vegakervið - tað til lands eins væl og tað til sjós - verður skipað eftir samhaldsføstum meginreglum.
- Tí hesin eykaskattur er við til at kvala útjaðaran spakuliga, men ósvitaliga, sigur Marjus Dam.
Góðar vónir
Uppskotið hjá Marjusi Dam um at fáa gjørt eina samhaldsfasta samferðsluskipan fyri alt landið verður lagt fram, so skjótt løgtingið kemur saman í komandi ári, væntandi miðskeiðis í januar mánaði.
Hann væntar sær góða undirtøku frá tingmonnum úr øllum flokkum.
Hann sigur, at tað er hesari og undanfarnu samgongu til heiðurs, at tær av álvara hava tikið økismenningarmálið upp til kanningar og viðgerðar, men hann metir, at tað yvirhøvur hevur gingið alt ov striltið at fáa gongd á tiltøk, sum eru neyðug at seta í verk til frama fyri útoyggjarnar og tey størru økini í landinum.
- Tað er rætt av føroyingum at standa saman um eina skipan á samferðsluøkinum, sum er fyri alt landið, heldur enn at hava serskipanir fyri hvørt øki sær, sigur Marjus Dam.
Hvørja lagnu uppskotið hjá Marjusi Dam fer at fáa í løgtinginum, er ilt at meta um, men farleiðirnar fara tó framhaldandi at føra báðar vegir, bæði aftur og fram - og miðstaðarøkið fer framhaldandi at hava tørv á teimum eins væl og útjaðarin.