Tað var eitt stórt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, tá tit á sinni løgdu hetta týdningarmikla mál fram á Føroya Løgting, og sjálvsagt eisini ein stórur politiskur sigur, sovæl sum ein sigur og ein kærkomin hjálp hjá pensionistum, tá hetta sera týdningarmikla mál bleiv samtykt og ein veruleiki hjá teim pensionistum, sum onki annað hava at dúva uppá, uttan fólkapensiónina.
Teir allarflestu pensionistarnir í dag, hava onga uppsparing havt, tað var ikki “in”, tá tey vóru upp á tað besta, at ein hevði eina “kapitaleftirlønarskipan”. Og tí eru hesi í einari sera truplari støðu ídag, alt er dýrkað so ómetaliga nógv seinastu tíðina, matur og ikki minst oljan, sum fer við nærum allari pensiónini. Hinvegin man tað neyvan vera nøkur ung hjún í dag, sum ikki hava - kanska bæði eina og tvær tryggingarskipan til elliárini - so at goyma peningin til 2035 er tað reina gagg gagg, tí tað er nú, at tey gomlu hava brúk fyri samhaldsfasta, sum lættliga kundi farið ein 1000 kr seðil upp, soleiðis at tey gomlu kundu fingið tað til at hanga saman. Grunnurin hevur meir enn ½ milliard tøka, eftir sum eg skilji, so ein 1000 kr seðil til allar pensionistar hevði verið peanuts, og tá serstakliga, tá hugsað verður um, at nærum øll ung eru kapitaltryggjaði ídag, og sostatt verður lítil ella ongin tørvur á tí uppsparda peninginum í 2035. Men sum onkur segði, tá verður peningurin helst nýttur til okkurt heilt annað, enn tað hann var ætlaður til.
Tosaði við eini hjún herfyri, sum søgdu mær, at tá tey fylla 67 ár (um ca 30 ár ) tá fáa tey útgoldið 1,5 millión í part.
Fyri mítt viðkomandi kann eg vera fegin um, at eg fyri fáum árum síðani kom inn í eina skipan, sum í dag ger, at vit – (saman við pensión og samhaldsfasta) kunnu halda húsini viðlíka og fáa tað dagliga at hanga saman.
Men eg føli stórliga við teimun pensionistum, sum onki annað hava – enn pensión og samhaldsfasta, - tí tey hava ikki ráð til annað enn mat og klæðir, - at viðlíkahalda húsini ella at fara ein lítlan feriutúr, - er vónleyst.
Hetta er støðan, sum tað almenna bjóðar pensionistunum - sum eiga peningin sum er í samhaldsfasta grunninum í dag.
Til Henrik Old vil eg bara siga takk fyri, at tú hevur havt hetta týdningarmikla mál frammi, royn framvegis at ávirka tínar partamenn til at skilja støðuna hjá teim gomlu í dag, tey hava tað ikki gott fíggjarliga í Føroyum, anno 2008.