Samkensla
Í síðstu viku rakti ein harður jarðskjálvti Ísland við miðdepli í Selfossi, sum liggur einar tríggjar kilometrar frá Hveragerði, ið er vinarbýur við Nes kommunu.
Nes kommuna hevur í hesum sambandi sent býráðnum í Hveragerði samkenslufjarrit.
Í fjarritinum verður ynskt kommunu og borgarum alt tað besta í komandi døgum.
- Vit vóna og biðja eftir, at tit koma væl burtur úr teimum skaðum, sum hava rakt býin, sigur kommunan í fjarritinum.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu siga tey seg hava frætt, at øll hava tað gott í Hveragerði, men nógvir bygningar hava fingið stóran skaða av jarðskjálvtanum.
Umboð fyri Nes kommunu vóru á vitjan í Hveragerði síðsta heyst, og tá er myndin tikin, sum vit prenta saman við hesum greinastubbanum.