– Hatta var ein harlig prædika, ið gjørdi størri skaða enn gagn mótvegis mongum ymiskum samfelagsbólkum í Føroyum, eitt nú samkyndum og tvørkyndum.
Tað er skoðsmálið, prædikan, Bergur Debes Joensen, prestur, helt í Hesti í gjár, fær frá LGBT í Føroyum í eini fráboðan í kvøld.
Har prædikaði hann um hjúnabandi og staðfesti, at tað er bara eitt slag av hjúnabandi, sum er signað av Guði og tað er hjúnabandi ímillum ein mann og eina kvinnu. Øll onnur sløg av hjúnabandi eru synd.
Les eisini: At leita eftir porno er synd
– LGBT Føroyar hevur sum meginreglu ikki at kjakast alment um átrúnað ella trúgv, siga tey.
Tey siga, at tað fara tey heldur ikki at gera í hesum føri
– Men vit fara tó at átala ta niðrandi, haturskendu, dømandi og óvirðiligu prædiku, ið legði fram í Heysts kirkju, siga tey í LGBT
Eftir teirra tykki var hetta ein prædika, sum gjørdi størri skaða enn gagn mótvegis mongum ymiskum samfelagsbólkum í Føroyum, eitt nú samkyndum og tvørkyndum.
– Fólk, ið hava eina øðrvísi kynsliga sannføring enn tað hinskyndu, ella eru tvørkynd, møta tíverri framvegis stórum mótgangi og avvísing í dagsins Føroyum.
– Tað síðsta hesi fólk hava tørv á er, at ein alment fíggjaður stovnur, leggur eina óneyðuga eyka byru omaná hesi medmenniskju, siga tey í LGBT.