Samráðingarnar hjá Pedagogfelagnum ikki byrjaðar

Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunusamskipan Føroya arbeiða í løtuni við at seta eina nevnd, sum skal umboða allar kommunurnar undir samráðingunum við Føroya Pedagogfelag. Hetta skal verða komið uppá pláss í vikuni og samráðingarnar kunnu byrja tá

SAMRÁÐINGAR

Eitt verkfall og fimm vikur eru síðani, sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi, og enn er dagurin, tá ið samráðingarnar skulu byrja ikki ásettur. Fyri fyrstu ferð skal Føroya Pedagogfelag samráðast við kommunurnar, og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunusamskipan Føroya arbeiða í løtuni við at seta eina felagssamráðingarnevnd, sum skal umboða allar kommunurnar undir samráðingunum. Sum skilst skal hetta verða komið uppá pláss í vikuni og samráðingarnar kunnu byrja tá. Frá løgmansskrivstovuni hevur Pedagogfelagið fingið at vita, at kommunur hava rætt at samráðast vegna sjálvsognarstovnarnar.

At Føroya Pedagogfelag skal samráðast við kommunurnar um sáttmála fyri teir 500 limirnar, sum arbeiða á barnagørðum, vøggustovum, frítíðarskúlum og sum dagrøktarar, hevur felagið tikið til eftirtektar - hóast felagið ongantíð hevur dult fyri, at tað átti at verið Fíggjarmálastýrið, ið skuldi sitið hinumegin borðið. Hesin veruleikin er ikki orsøkin til, at felagið fór í verkfall fyri tveimum vikum síðani. Tað var framferðin og málsviðgerðin í málinum, felagið fýltist á. Løgmaður ásannaði tá ið verkfallið var av, at málsviðgerðin ikki hevði verið nøktandi og henda úrskurð er Føroya Pedagogfelag nøkt við.

- Vit vónaðu til tað síðsta, at tað ikki varð neyðugt at fara út í verkfall. Longu í februar mánaði settu vit okkum í samband við allar partar fyri at avgreiða spurningin um samráðingarrættin áðrenn sáttmálin fór úr gildi. Trupulleikin var jú, at felagið og avvarðandi myndugleikar ongantíð høvdu tosað saman, og eftir brøv og rykkjarar og einki hendi høvdu vit einki annað val enn at fara í verkfall, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.


Arbeiðið ikki virt

Álitið hjá Føroya Pedagogfelag á landsins ovastu myndugleikar, aðalstýri og politikarar, fekk eitt skot fyri bógvin av trætuni um samráðingarrættin. Og álitið er eftir øllum at døma ikki endurvunnið.

- Tá ið eitt so stórt mál verður so illa úr hondum greitt, kann eg ikki siga annað enn at eg havi mist álitið á samgonguna. At kommunurnar yvirtaka økið er nýtt fyri allar partar og feilir kunnu henda. Men tað sum hendi í sambandi við trætuna var, at eingin vilji var at loysa knútin, tá ið vit fingu frænir av feilinum. Og okkara fakfelag hevur verið ógvuliga nógv úti um seg alla tíðina alla staðni í sambandi við samráðingarrættin, so vit ivaðust ikki eina løtu í hvønn vit skuldu samráðast við. Hetta kom jú líka óvart á kommunurnar. Eg vóni bara, at politikararnir hava lært, at tá ið ein lóggáva verður gjørd, sum førir við sær stórar broytingar, at alt er í lagi. Vit eru ógvuliga glað fyri, at ein dagstovnalóg, sum tryggjar børnini, varð gjørd samstundis, tá ið kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið. Tað eigur Helena Dam á Neystabø rós fyri. Men í hesi lóg eiga sáttmálasamráðingarnar hjá teimum sum arbeiða við børnum eisini at verða tryggjað. Tað varð ikki gjørt. Og øll henda trætan er eitt skúladømi um, hvussu ikki eigur at verða gjørt, sigur Carita Björklund, sum setir spurnartekin við um arbeiðið hjá pedagogum yvirhøvur verður virt.


Heildarkend krøv

Enn hevur Føroya Pedagogfelag ikki fingið mótkrøv frá kommununum, og Pedagogfelagið gongur út frá, at Fíggjarmálastýrið hevur sent krøvini, sum tað handaði har 1. februar víðari til kommunurnar. Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag torir ikki at siga, hvussu samráðingarnar fara at ganga.

- Tað er nýtt fyri kommunurnar at samráðast við okkum, so ilt er at meta um, hvussu fer at vera. Hinvegin fyrireika vit okkum á sama hátt sum vit altíð hava gjørt.

Limirnir í Føroya Pedagogfelag arbeiða bæði á stovnum undir landinum og undir kommununum, og tí eru krøvini til ein nýggjan sáttmála heildarkend. Styttri arbeiðstíð og longri frítíð, umframt at lønin verður prístalsviðgjørd og at lønin til leiðarar á dagstovnum verður betri, eru nøkur av krøvunum. Eisini ynskir Pedagogfelagið ein einfaldari sáttmála, har eitt nú viðbøtur verða tiknar inn í lógina.