Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti fekk eina sera góða byrjan uppá EM-kappingini fyri smátjóðir, ið er í Liktinstein í hesum døgum.
Føroyar vunnu fyri løtu síðani 3-1 á Skotlandi. Føroyska liðið fekk eina treka byrjan uppá fyrsta sett, og tað settið taptu tær, men tey næstu settini tók føroyska liðið heim. Tó stóð á gomlum nøglum í triðja setti. Føroyar vunnu tað settið 27-25.
Settmunurin var 21-25, 25-21, 27-25 og 25-14.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Jakobinu Joensen, Ingu Helena Henriksen og Jákup William Sivertsen, venjara.
Jákup William Sivertsen slær fast, at Føroyar eru eitt betri lið enn Skotland, men liðið fekk eina treka byrjan, men tað bleiv tað tíbetur rættað uppá.
Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og viðmerkingarnar hjá Honnu Helenu Weihe Simonsen hoyrast HER
Mánadagin klokkan 15 spæla Føroyar ímóti Luksemborg. Týsdagin spæla Føroyar tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá Rás2 er við á ferðini, og hann fer at siga beinleiðis frá øllum U19 EM-dystunum, ið føroyska U19 kvinnulandsliðið spælir niðri í Liktinstein.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við venjarar og spælarar koma út á in.fo aftaná dystarlok.