Samrøður frá FM1 við silvur og bronsuvinnarar

(FM1 á OYL) Hoyr tað sum Rebekka Fuglø Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Alda S. Lamhauge og Margith W. Frímundsdóttir søgdu við FM1

##med2##

Rebekka  Fuglø syrgdi fyri enn einum føroyskum heiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar við at vinna silvur á 800 metrum. 

Talan er um triðja oyggjaleikaheiðursmerki, ið Rebekka vinnur í Gibraltar. Rebekka vann eisini silvur á 1.500 metrum og bronsu á 5.000 metrum. 

Tíðin hjá Rebekku var 2:13.53. Umframt Rebekku rann Maria Biskopstø á 800 metrum. Maria gjørdist nummar fimm. Tíðin hjá Mariu var 2:16.94.

Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Alda S. Lamhauge og Margith W. Frímundsdóttir vunnu bronsu á stafettini 4 x 400 metrum á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Maria Biskopstø hevði stutt frammanundan runnið í 800 metrar finaluni. 

Tíðin hjá Mariu, Oddvør, Aldu og Margith var 4:02.60.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Hall Holm siga frá 800 metrar renningini.

2) Hoyr samrøðu við Mariu Biskopstø um 800 metrar renningina.

3) Hoyr samrøðu við Rebekku Fuglø og Guttorm Sørensen um 800 metrar renningina.

4) Hoyr samrøðu við Aldu S. Lamhauge og Margith W. Frímundsdóttir um 4 x 400 metrar stafettina.

5) Hoyr samrøðu við Oddvør Josephsen og Mariu Biskopstø um 4 x 400 metrar stafettina.

##med3##

 

(800 metrar kappingin og samrøður við silvur og bronsuvinnarar)