Samrøður millum Danmark og USA um Grønland

Sum skilst, fara norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre og amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini at umrøða støðuna í Ukraina

Reuters veit at siga, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer at hitta amerikanska uttanríkisráðharran á trygdarráðstevnuni í München.

 

Sum skilst, verður grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, eisini við á fundinum.

 

Tíðindastovan sigur, at ætlanin er, at forsætisráðharrin og Marco Rubio, sum er amerikanskur uttanríkisráðharri, skulu umrøða Grønland.

 

Í gjár gjørdist tað eisini greitt, at norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, eisini fer at hitta amerikanska uttanríkisráðharran í Týsklandi.

 

Sambært norska kringvarpinum - NRK - fara Jonas Gahr Støre og Marco Rubio at umrøða støðuna í Ukraina.