Samstarv blomstrar

Teir vunnu landskappingina greitt í meistarabólkinum og ferðasteyp frá Norðoya Sparikassa. Ferðasteypið kann sostatt vinnast til ognar, um teir verða meistarar aftur, næsta ár.

Tá kappingin var liðug í ár, var greitt, at samanlagda Suðuroyarliðið lá fýra stig yvir HB, og á triðja plássi endaðu KÍ dreingirnir.

Fyrr í ár vunnu stinnu suðringarnir eisini steypakappingina, so ikki kann sigast annað enn at samstarvið blomstrar í Suðuroy, í øllum førum í yngru deildunum.

At úrslitini hava verið so góð, hevur eisini fnigið landsliðsvenjarar í yngru deildunum at senda boð eftir flúgvandi suðringunum. Teir, ið higartil eru innkallaðir til at umboða Føroyar, frá felagsliðnum eru: Hugin Albinus, Hanus Mortensen, Mikal Jespersen, Heini Vatnsdal og Gilli Sørensen.

Felagsmyndin:

Aftara rað, frá vinstru:

Jóan Pauli Olsen, venjari, Ólavur Sigurheim, René Petersen, Hanus Mortensen, Teitur Tausen, Hugin Albinus, Reidar Joensen, Mikal Jespersen, Heini Vatnsdal, Magnar Vang, Arthur Djurhuus Poulsen og Milan Cimburovic, venjari.

Fremra rað, frá vinstru:

Tóki Brattalíð, Rúni Ludvig, Rógvi Sveinson, Beinur Samuelsen, Gilli Sørensen, Atli Thomasen og Jarmund Michelsen.