Samstarv um tilbúgving á havumhvørvisøkinum

Torbjørn Jacobsen og Helena Dam á Neystabø skrivaðu í dag undir eina ætlanaryvirlýsing um at víðka samstarvið millum aðalráðini á havumhvørvisøkinum Endamálið við hesum samstarvi er, at ráðini og tilhoyrandi stovnar arbeiða saman fyri í felag at fáa til vega eina tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisøkið.

Í tilbúgvingarætlanini verður m.a. greinað, hvussu ítøkiligt uppgávubýtið skal vera millum ymiskar myndugleikar og stovnar, og hvussu annars skal farast fram, tá tað ræður um basing av olju og kemikaliudálking á sjónum og á strondini. Ítøkilig samstarvsavtala um hesi viðurskifti verður undirskirvað millum aðalráðini í næstum.

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í løgmálum, siga seg vera fegin um, at samstarvið millum aðalráðini er víðkað til eisini at fevna um tilbúgving.