Tórshavnar býráð hevur játtað gott og væl 10 milliónir krónur til umvælingararbeiðið á Dagstovninum í Hoyvík. Tað varð samtykt á býráðsfundi gjárkvøldið.
Fyri eini tíð síðani varð staðfest, at Dagstovnurin í Hoyvik er fongdur av blámusoppi. Samlaða kostnaðarmetingin var tá 6,4 milliónir krónur uttan mvg. Tá veggir, gólv og annað varð niðurtikið, varð staðfest, at vavið av soppafongdu økjunum var munnandi størri enn upprunaligu kanningarnar góvu ábendingar um. dagførdari kostnaðarmeting grundað á vavið av økjunum, ið eru fongd við blámusoppi, fer umvælingararbeiðið at kosta 12 milliónir krónur uttan mvg.
Tekniski stjórin, trivnaðarstjórin og miðfyrisitingarstjórin mæltu til fígging av 10.282.000 krónum, og at írestandi fíggingin á 1.718.000 krónur var funnið innan umraðfestingar av íløgum.
Tað var endaliga samtykt á býráðsfundi.