Sum skilst vóru fundirnir góðir. Føroyski sendimaðurin Áki Johansen gav eina gjølliga kunning um virksemið á sendistovuni. Eftir tað vitjaði landsstýrismaðurin bretsku oljufyrisitingina, har hann varð kunnaður um framíðar ætlanir og møguleikar í sambandi við olju- og gassleiting og framleiðslu vestan fyri Hetland. Landsstýrismaðurin hitti eisini høgtstandandi umboð fyri StatoilHydro, sum vóru rættiliga bjartskygd um komandi oljuleitivirksemið við Føroyar. Loksins vitjaði Johan Dahl eisini í bretska parlamentinum, har hann hitti umboð fyri bretsk-føroyska bólkin í tinginum. Tosað varð um møguleikarnar fyri at menna samvinnuna millum londini. Ì hesum bólkinum, sum nettupp hevur til endamál at knýtta tættari bond millum báðar tjóðirnar, eru tinglimir úr ymsum pørtum av Bretlandi umboðandi ymsar flokkar og áhugamál. Formaðurin er úr Orknoyggjunum.
Eingin ivi er um í okkara hugaheimi, at Bretland er nettupp eitt av okkara framtíðar fokusøkjum. Vit hava søguliga traditión fyri samvinnu við Bretland her ikki minst á fiskivinnuøkinum. Hetta samband eigur avgjørt at útbyggjast eins og vit nú eisini eiga at foksusera meira uppá eitt framtíðar oljuvinnusamstarv. Men eisini í aðrar mátar er gróðarbotnur fyri samvinnu, handilsliga og mentanarliga.
Alt gott um okkara norðurlendsku røtur og samvinnutraditiónir. Tær hava verið við til at menna okkum sum land og fólk, men tíðin er komin til, at vit í størri mun eisini hyggja aðrar vegir, og her er Stórabretland ein stórur og spennandi marknaður, umframt at landið er ein góð lopfjøl at røkka longur inn á europeiska meginlandið.
Tí er tað eisini kærkomið og skilagott, tá landsstýrismaðurin í vinnumálum tekur stig til eina slíka kunningarferð. Eftir okkara tykki hevur sendistova okkara í London ein týðandi lut í hesi gongd, og vónandi fáa vit ein veksulvirkning millum sendistovuna, føroyskar myndugleikar og ikki minst vinnu- og handilsrekandi heima sum burturi.
Vit hava lyndi til bara at fokusera uppá okkara útflutning, men tað hevur so sanniliga eisini nógv at siga fyri okkara samfelag, at vit eisini hugsa um innflutningin. At vit troyta teir bestu og bíligari marknaðirnar og sleppa undan dýrkandi millumliðum í teimum londum vit traditionelt handla við og brúka sum millumstøðir. Tað var tí eisini stórt spell, at Norrøna gavst at sigla til Stórabretland, men vit mugu so bara hava við í framtíðar tilrættaleggingini at leggja botn undir einum komandi sambandi, ið kann vera við til at byggja brýr bæði fyri okkara útflutning og innflutning. Sosialurin og Rás2 vóru í London samtíðis sum landsstýrismaðurin vitjaði. Vit fara tí eisini í Rásini og í blaðnum at hava tilfar haðani.