Hagfrøðisliga er talan um vánaligasta fótbóltslandsliðið í heiminum.
Líttla fjallalandið, San Marino hevur ongantíð vunnið ein EM- ella HM-undankappingardyst.
Teir hava nú spælt 136 dystir á rað uttan at vinna.
Teir eru nummar 207 og niðast á styrkislistanum hjá FIFA.
Men seinastu tíðina hava teir avrikað væl, hóast teir hava tapt.
Teir hava nevnliga skrivað søgu við at skjóta mál í trimum undankappingardystum á rað. Tað er ongantíð hent áður.
Og hóast teir einki stig hava, so hava sanmarinesarar skotið fleiri mál enn Føroyar í hesari EM-undankappingini. Føroyar hava tó tvey stig fyri tveir javnleikir.
17. oktober skelkaði San Marino Danmark á heimavølli í EM-undankappingarbólki H við at javna til 1-1 í heimadystinum í Serravalle. Danmark slapp tó heimaftur við einum heldur hepnum 2-1 sigri.
Farna fríggjakvøld avrikaði San Marino aftur væl á útivølli móti Kasakstan. Teir minkaðu um munin til 1-2 tá ein tími var leiktur av dystinum, og tað var ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at Kasakstan skoraði til 3-1 og staðfesti sigurin.
Ígjár gjørdist aftur talan um eitt gott avrik á heimavølli, hesaferð móti Finnlandi. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat megnaði San Marino at minka um munin til 1-2, og so var søguskrivingin veruleiki.
Føroyar hava ikki spælt móti San Marino síðani 1995. Tá vunnu vit 3-0 á Svangaskarði og 3-1 á útivølli.