Sands kommuna er nú av álvara farin undir kloakkarbeiđi í kommununi. Tað skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri, á vanga sínum á Facebook.
Myndin vísir pumpuleiðingina um Sandafløttin. Pumpuleiðingin er um 550 metrar long og leiðir alt spillvatnið burtur frá Meginskúlanum, Trøðum og av Sondum. Framyvir fer tí einki at renna út á sandin yviri á Sondum.
Brandur Sandoy skrivar eisini, at nú kommunan kortini grevur í økinum, leggur Føroya Tele samstundis eina slangu til fipurkaðal í grøvina. Hetta førir við sær, at sandingar framyvir fáa hægri ferð á internetið.
- Kommunan hevur sett 1 mió kr av til kloakkir í ár. Hetta er eitt arbeiđi ,iđ er alneyđugt fyri umhvørviđ, men sum ofta fellur í bakgrundina politiskt, tí onki sæst aftur omaná jørđini. Arbeiđiđ iđ gjørt verđur í ár er grundarlagiđ fyri øllum víđari arbeiđi viđ kloakkum, m.a til at fáa Sandsvatn heilt frítt fyri spillvatn, skrivar Brandur Sandoy.