Mánakvøldið hevði Sands Arbeiðarafelag aðalfund.
Ella rættari, tey høvdu eykaaðalfund, tí aðalfundurin, sum skuldi vera, var ikki viðtøkuførur, tí ov fá fólk møttu.
Sostatt var neyðugt at hava eykaaðalfund fyri at fáa nevndarval og onnur mál, avgreitt.
Hesuferð stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur fyri vali.
Men formaðurin, Bjarki Henriksen, stillaði ikki uppaftur, tí hann fer út at sigla.
Hin nevndarlimurin, sum stóð fyri vali, var Oskar Oskarsson.
Tiltakslimurin, sum stóð fyri vali, var Johannis Sørensen vali.
Trý uppskot vóru til nevndarsessirnar: Oskar Oskarsson, sum varð afturvaldur í nevndina, Martin Djurhus, sum varð nývaldur í nevndina og Oddfinn Nielssen, sum sostatt varð valdur til tiltakslim.
Beint eftir fundin skipaði nevndin seg við Marius Clementsen sum formanni, Oskari Oskarsson sum næstformanni og Terja Dalsgaard sum skrivara.
Hinir nevndarlimirnir eru John Jensen, Óløf Tungá og, sum sagt, nývaldi Martin Djurhuus.
Fyrsti tiltakslimur Anni Clementsen og nývaldi Oddfinn Nielssen er annar tiltakslimur.
Limagjaldið hækkar
Á fundinum varð skotið upp at hækka limagjaldið úr 0,5% upp í 1%.
Hetta kemst av, at limagjaldið til Føroya Arbeiðarafelag er hækkað úr 0,5% upp í 1% við tí høvuðsendamáli at styrkja verkfalsgrunnin.
Hetta taka limirnir í Sands Arbeiðarafelag undir við, tí tað varð samtykt.
Á fundinum varð eisini greitt frá aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag m.a. um lívstryggingina og eftirlønina.
Stór framgongd
Terji Dalsgaard sigur, at tað hevur verið ómetaliga stór framgongd.
Tað, sum fyrst og fremst hevur kollvelt gerandisdagin hjá vanliga sandoyinginum, er, at arbeiðið er aftur á teimum báðum flakavirkjunum, tí í Skopun og tí á Sandi. Áðrenn flakavirkini vórðu latin uppaftur var steindeytt í Sandoynni, sigur Terji Dalsgaard, skrivari í Sands Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at tá ið ringast stóð til, vóru ikki meiri enn 10-12 virknir limir í arbeiðarafelagnum á Sandi. Nú eru teir 80.
Men tað var í síðstu løtu, at flakavirkini vórðu latin uppaftur, tí hann sigur, at hann visti um fleiri ung húski, sum høvdu fyrireikað seg til at flyta inn á meginlandi at fáa arbeiði.
? Og var tað hent, varð Sandoyggin avtoftað, sigur Terji Dalsgaard.