Sandnes ULF reyk úr steypakappingini

Árni Nóa Atlason var í hópinum hjá Egersund, ið eisini reyk úr steypakappingini

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF, ið hevði stóra og torføra uppgáva í norsku steypakappingini í kvøld.

 

Á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes tók Sandnes ULF, ið er oddalið í triðbestu norsku fótbóltsdeildini móti Lillestrøm, ið er greitt oddalið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Lillestrøm vann dystin 2-1. 

 

Í 32. minutti legði Lillestrøm seg á odda 1-0, men fáar minuttir undan steðginum javnaði Kevin Pereira fyri heimaliðið. Seinni hálvleikur var bert fimm minuttir gamal, tá Lillestrøm skoraði sigursmálið. Lillestrøm brendi eisini eitt brotsspark í seinna hálvleiki. Lillestrøm hevði bóltin 75 prosent av tíðini, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, so 1-2 tap er ikki illa sloppið hjá Sandnes.

 

Árni Nóa Atlason var í hópinum hjá Egersund, men slapp ikki á vøllin, tá Egersund tapti 0-1 (0-0) fyri Lyn Oslo. Tað er gott tekin, og vónandi er debutdysturin hjá Árna Nóa í næstbestu norsku fótbóltsdeildini ikki so langt burtur. 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Egersund