Mannleys jolla og deyður maður funnin í Grønlandi

Ein saknaður 65 ára gamal maður úr Maniitsoq er funnin deyður á sjónum eftir eina størri leiting

 

Fyrst í vikuni var stór leiting í Grønlandi eftir einum saknaðum manni úr Manitsoq, sum var farin avstað í einari jollu.

 

Tað var seinasta sunnudag, at ein mannleys jolla varð funnin á oynni, Ivittusoq, nærindis Maniitsoq. 

 

Stór leiting varð sett í verk við eitt nú tveimum tyrlum og løgreglubáti. Talan var um ein 65 ára gamlan mann sum var saknaður.

Týsdagin í hesi vikuni fekk Grønlands Politi eini boð frá Aasiaat Radio um, at ein lívleysur persónur var funnin á sjónum.

 

Stutt eftir varð staðfest, at hetta var maðurin, sum leitað hevði verið eftir.

 

- Vit eru ógvuliga takksom fyri, at sjálvboðin eisini hava luttikið í leitingini, tí hetta var ein ógvuliga trupul uppgáva.

 

Grønlands Politi sigur, at tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.