Í kvøld vóru teir næstbestu úr Víkingi í Fuglafirði. Hetta var dysturin, sum leygardagin varð avblástur, tí tað var so nógvur vindur í Fløtugerði.
Tað endaði 1-1 í kvøld eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til ÍF. Málskjútti tíggju minuttir undan steðginum var Dánjal á Lakjuni eftir upplegg frá Jóan Petur Jónsson. Hetta var sætta málið í ár hjá Dánjali á Lakjuni, sum í fyrradagin fylti 35 ár.
Víkingur javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til 1-1. Málskjútti var Rani Hansen, og tað var Bogi á Reynatrøð, sum átti uppleggið. Hetta var 17. málið hjá Rana Hansen í ár.
ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum.
Leygardagin fer ÍF í Gundadal at spæla ímóti B36, og Víkingur verður partur av oyggjauppgerð á Skála.