Vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur hjá Róa og teimum

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby móti lúta fyri Malmö á heimavølli

Landsliðsleikarin, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í Jönköping móti Malmö. Talan var um triðja dystin hjá Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Hallby tapti dystin 32-34. Í fyrra hálvleik gekk stak illa hjá Hallby, ið var aftanfyri 13-19 í steðginum. Í seinna hálvleiki var bøtt um hetta, men ikki nóg nógv til at tryggja liðnum stig.

 

Rói skoraði tvey mál upp á átta málroyndir. Men hann legði upp til seks mál (assist). 

 

Hallby hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti Skövde. Fríggjakvøldið klokkan 18 hava Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona dyst á heimavølli móti Önnered.