St. Gallen tapti annan dystin á rað

Nú hava Sasja Lacok og liðfelagarnir átta stig upp til fremsta liðið

Føroyski landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini. Dysturin var ímóti Pfadi Winterthur.

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá St. Gallen, ið var á odda 14-12 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni. Wintherthur vann seinna hálvleik 18-11, og harvið dystin 30-25.

 

Talan var um annað tapið á rað hjá St. Gallen, ið er nummar átta í deildini við fýra stigum fyri seks dystir. Kadetten Schaffhausen er fremst í deildini við 12 stigum.

 

Svenski, Andreas Björkman vardi málið hjá St. Gallen størra partin av tíðini í kvøld. Hann bjargaði átta av 25 málroyndum. Sasja bjargaði tvær av 16 málroyndum. 

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir St. Gallen dyst á útivølli móti Zürich.