Í kvøld vóru tveir dystir leiktir í SMS-deildini.
Í KÍ-høllini eydnaðist tað heimaliðnum, Stjørnuni at vinna 25-22 á EB. Tað vóru annars eiðiskvinnur, ið vóru á odda 13-10 í steðginum.
Tá 53 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 20-20. Tá eydnaðist klaksvíkskvinnum at skjóta fimm mál á rað uttan, at EB megnaði at svara aftur. Beint undan dystarloki fekk EB pyntað um støðuna við tveimum málum.
Ai Waagstein var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Toppskjúttar hjá EB vóru Sigrid Eidesgaard og Nadja Pejovic, báðar við seks málum hvør.
Í høllini á Skála vann Kyndil stórsigur 37-12 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur frammanfyri við 12 málum, 19-7.
Malene Madsen var við fýra málum toppskjútti hjá StÍF. Toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum var Bára Krossteig Hansen.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Neistin og VÍF dyst í høllini á Hálsi í Havn.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dystinum, ið vóru leiktir í kvøld:
##med2##
##med3##